Ej blot til lyst fik mennesket syngeevner – Bókaummæli

21. desember 2012

”Sangur og tónleikur binda fólk saman, og tað er ein sannroynd, at felagskapur av slíkum slag hevur nógv góð árin á hitt einstaka menniskjað”. Soleiðis skrivar ritstjórnin handan nýggju sangbókina SynG í innganginum í bókuni. Føroya Sanglærarafelag hevur latið úr hondum sangbók við ikki færri enn 456 sangum

Leif Hansen

Í einum føroyskum høpi er hug­takið felagssangur vælkent. Um­framt at hava kvøðið og dans­að síðani einaferð seint í mið­øldini, so fóru føroyingar at syngja pro­testant­iskar sálmar helst longu fyrstu áratíggjuni eftir reforma­tión­ina. Hetta at syngja saman hev­ur sostætt í øldir verið partur felags­lívið hjá teimum, sum her hava búð. Við sínari sjálvsagdu savnandi og aktiverandi natúr, umframt at verða íborðin eina kensluborðnan og hugburðsgerandi kraft, kom fe­lags­sangurin kring um í Evropa í byrj­anini av 19. øld, at hava ein cen­tralan leiklut tá ein ávísur boð­skapur skuldi úttrykkjast. Hend­­an eginleika við sangi sóu før­oyingar eisini og tí kom júst fe­lags­sangur at hava aðalleiklut hjá eitt nú tjóðskaparrørsluni og vekingjarrørslunum. Hesar rørslur uppbygdu hvør í sínum lagi eitt sangrepertoire á føroyskum, sum varð grundað á tey virði og tað sjálvsfatan sum rørslunar stríddust fyri. Tískil varð óhugsandi at skipa fyri fólkafundi ella vekingarmøtum uttan felagssang.

Syng                             (Sangbók við ikki færri enn 456 sangum)

Sangur í skúlanum
Góð hundrað ár eru liðin síðani vit fingu tað fyrstu føroysku skúla­sang­bókina. Hetta var í 1906 tá Jógv­an Waagstein lat úr hondum Songbók Føroya skúla.Um sangin í føroyska skúlanum í byrjanini av 20. øld sigur Jógvan Waagstein í greinini ”Yvirlit yvir sang­in í okkara skúla tey seinastu 50 árini” útgivin í 1948, m.a. soleiðis:

”Tá eg í 1903 gjørdist lærari og orga­nistur í Havn, kom eg til ein skúla, har ikki annar sangur enn tann eftir oyranum var kendur – einans Roskilde Konvents Salmebog (Psalme­bog for Kirke- og Huus-Andagt, 1855 LH.)og Den danske Skoles Sangbog vóru nýttar har”

Børnini dugdu nógvar danskar sálmar og sangir uttanat, men eing­in sangbók var við føroyskum sang­um. Waagstein søkti um loyvi at sleppa at syngja á føroyskum og hetta varð játtað honum.Hann fer, við støði í sínum donsku tónleikapedagogisku fyrimyndum, Ber­green, Sanne og Nebelong, til arbeiðis og leggur í fyrsta lagi dent á eina tónleikateoretiska tilgongd til undirvísingina. Hetta at uppbyggja eitt breitt sangrepertoire kundi ein­ans lata seg gera um børnini lærdu at syngja eftir nótum, syngja reint og rytmiskt rætt. Ej blot til Lyst fik Mennesket synge­­evner er citat frá danska tóna­skald­inum H.O.C. Zinck (1746-1832). Í hesum liggur upplýsingstíðarinnar ynski um eina breiða musikalska upp­aling av fólkinum. Tá Waagstein ynskir musikalskt at uppæla før­oy­ingar so er einki at ivast í, at hann, ávirkaður av romantiska tanka­góðsinum, sær stórt forfall í sang­inum í samtíðini – bæði kirkju­sangi og føroyskum dansi. Upp­­gáva skúlans verður tí at: ”føra okk­­ara fólk fram á tann sess, sum av røtt­um er okkara, í norrønnari sang­mentan” (úr áðurnevndu grein). Tá eg trívi í hetta lítla og tó tíð­andi brot í føroyskari skúlasøgu so er tað tí at hetta á ein hátt, tó við dagførdum pedagogiskum og didakt­iskum arbeiðshátti, enn í dag myndar eina av høvuðs­præ­miss­unum fyri sang- og tónleika­undir­vísing í føroyska skúlanum. Sum ritstjórnin handan SynG sigur: ”Sangur og tónleikur eru stórur og týðningarmikil partur av føroysku ment­anin…At halda fast um hendan arv okkara – og eisini menna hann – er eitt av aðalmálum Føroya Sang­lærarafelsgs, felagnum, sum gevur út bøkurnar SynG.” Uppgávan hjá tón­leikalærarnum er tí nú sum áður, at flyta sangmentan okkara til komandi ættarlið.

Sangmentan
Hvat fólk leggja í útsøgnina góð sangmentan er ikki lætta at meta um. Waagstein helti heilt víst til ein kvalitativan hugburð til sang, með­an onnur til eitt kvantativt breitt sangrepertoire ella tað at duga nógvar sangir. At tvær slíkar tilgongdir til sang veruliga eru kjølfestar í fólksins metvitið er tó óvist. Men báðar eru neyðugar fyri einari góðari sangmentan. Góða sangmentanin er fyri mær hetta, at sangur er ein natúrligur partur grandisdegnum bæði til gaman og álvara. Ímyndin av týdninginum sangi í føroyskari søgu og mentan styðja eisini uppundir eina slíka útlegging. Sangi verður tí javn­an tillagd ein tjóðskaparligan sam­leika­berandi leiklut og lítið er at ivast í, at arbeiði við at útgeva sang­bókin SynG er hugsað sum partur av hesum sama leikluti.Hvussu nógv verður sungið kring landið í dag er helst sera ymiskt. Tó er tað mín fatan, at sangur og felagssangur, um ikki líka nógv sum áður, enn eru týðandi partar av felagslívinum. Á sama hátt er helst ymiskt hvussu nógv verður sungið í føroyska skúlanum og hvussu natúrligur partur sangur er av undir­vísingini. Sangur og tónleikur í einum skúla, í støðugari broyting, hevur til allar tíðir verið tengdur at hugi og førleika hjá lærarum á staðnum. Tí er eisini ymiskt hvussu tað hepnast tónleikalærarum at full­føra hesa gott hundrað ára gomlu uppgávu, nevnuliga at flyta góðu føroysku sangmentanina til kom­andi ættarlið.

Sangbókin
SynG, í boðshátti, eitur bókin og leggur seg væl eftir einari sang­áskoð­an, sum sigur, at sangur er hvørs­mannsogn og øll hava í hvør sínum lagi evnir at syngja. At sang­bókin skal fjálga um og menna fólksliga felagssangin er sum sagt eitt aðalmið. Havast skal tó í huga at fólksligur sangur og fe­lags­sangur oftast er uppstaðin í almenn­ing­inum og týðandi fyri um ein sangur verður ”upptikin” í fólksl­iga sangrepertoire er, at hann sigur fólki nakað. At kanoni­sera fólksligan sang er tí nærum ógjør­ligt. Men mær tykir ikki at SynG er at fata sum ein roynd at fortelja føroyingum, hvat góður sangur er, men hinvegin ein spegilsmynd av úrvalið av sangum, sum hava ljóm­að í Føroyum í stórthundrað ár.Bókin er sermerkt í vavið og fjøl­­­broytni, heili 456 sangir eru settir í bókina. Eftir hvørjum leisti rit­stjórnin hevur redigerað veit eg ikki, men tað tykist sum um stremb­að hevur verið eftir ein­­um fjøl­broyttum innihaldi. Í inn­gang­in­um sigur ritstjórnin at ”valdir eru sangir, sum eru góðir at syngja”. Hetta merkir ikki, at allir sanginir eru lættir at syngja ella eru væl­egn­aðir til felagssang – tvørtur ímóti. Tí er tað ymiskt hvussu tað fer at eydnast at transformera alskins sløg av sangum frá tí teir upp­runa­liga vóru hugsaðir, til at verða nýti­ligir í tradtionellum felags­sangi. Men sangur er ikki bara fe­lags­­­­sangur og bókin er tí eisini eitt kær­komið íkast til samanspæl í skúlanum og ikki minst hjá tón­leika­bólk­um kring landið. Ein sangbók lýsir tíðina, hon verð­ur givin út í og somuleiðis hend­an. Í fyrstu skúlasangbókini sum kom í 1906 vóru 63 sanngir, sálm­ar og kvæði. Av teimum 63 eru bara 12 komnir við í SynG. Allir sangir eru ikki tíðarleysir og tí broy­tist sang­reper­toire altíð. Ein av av­bjóð­ingunum tá ein sangbók skal savnast er júst hetta at velja og vraka. Tí er einki ivast í, at tá ein nýggj skúla­sang­bók einaferð kemur, verður partur av hesum 456 valdir frá. Dugnaligu fólkini í ritstjórnini við Zacharisi Sørensen á odda hevur laða ein týðandi varða í føroyskari tónleika- og skúlasøgu. Bókin sjálv varðveitir ella mennir ongan sang í Føroyum, men við henni hava tónleikafólk fingið eitt sera hent amboð og eitt fjøllbroyt savn av sangum, sálmum og kvæðum.