Heystkvøld í Havn

10. oktober 2012
Javnvág, neyvt og ikki minst musikalskt – leygarkvøldið fingu vit enn eina stóra tónleikaliga uppliving við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson

Leif Hansen

Verkini á skránni vóru sera ymisk og eittt áhugavert val til eina konsert. ”Ruslan og Ludmila”-overturan hjá russiska tónasmiðinum Mikhail Glinka (1804-1857) er festligur ”nýggjárskonserts”- tónleikur. ”Haydn variatióninar” hjá Johannes Brahms(1833-1897) samantvinnir kamartónleik og symfoniskan tónleik og við 1. Symfoni hjá Jean Sibelius (1865-1957) fingu vit eina symfoni full av tónleikaromantiskum drøgum.

Øll trý verkini eru skrivað í 1800-talinum og vóru framførd eftir elst. Í Vesturevropæiskum konserthøllum verður Glinka helst ikki serliga nógv spældur, men Overturan sum Føroya symfoniorkestur legði fyri við, er helst kendasta verkið hjá tónaskaldinum. Konsertin fekk eina góða og festliga byrjan við hesum verki, sum orkestrið framførdi við stórum yvirskotið.

Tónleikurin hjá Johannes Brahms hevur sína serstøðu í romantiska tíðarskeiðnum. Í 1853 skrivar Robert Schumann í ”Neue Zeitschrift für Musik” um tann tá 20 ára gamla Brahms: ”Her er eitt nýtt geni!”. Brahms skrivaði tó ikki tónleik sum Schumann, hvørt sinnalag og kenslur vóru partur av tónleikinum. Brahms var meistari í formi og materiale. Eitt gott dømi um hetta er júst Haydn-variatióninar. Brahms sá tónleikasøguligan kontinuitet sum eitt neyðturviligt element í øllum tónleiki og tí leitaði hann javnan aftur í tónleikasøguna eftir teknikkum og formum.

Haydn-variatióninar er eitt frálíkt verk og leygarkvøldið fingu vit eina góða framførslu. Mær tókti, at tann í hesum verki so alneyðuga javnvág millum træblásarar og strúkarar var sera góð. Tónleikurin í Haydn-variatiónunum skiftir ofta millum brá av kamartónleiki og veruligum symfoniskum tónleiki. Hesi skift riggaðu væl og symfoniska passacaglia-finalan var á sama hátt frálík.

Høvuðsverkið á skránni var góðar 40 minittur langa 1. Symfoni (1898) hjá Jean Sibelius. Tó at Sibelius verður roknaður sum finskur tjóðskaparromantiskur tónasmiður, so fann hann tónleikaligan íblástur kring um í Evropa. Tónleikaliga ávirkaður av tónleikinum hjá eitt nú russiska Tjajkovskij skrivaði hann ”Finlandia” (1899), sum skuldi styrkja stríði hjá finnum móti júst russiskum yvirharradømi.

Ein framførsla av 1. symfoni hjá Sibelius er uttan iva eitt av teimum torførðastu verkunum, sum orkestrið hevur havt á skránni. At tað so allíkavæl gekk framúr væl, er sjálvandi góðum tónleikarum fyri at takka. Men uttan ein so dugnaligan dirigent sum Bernharð Wilkinson hevði neyvan borið so væl á mál. Venjingar eru stórt sæð bara nakrar fáar dagar undan konsertini og tí er av avgerðandi týdningi, at orkesturleiðarin leggur vejningarnar væl til rættis. Hetta man hava hepnast væl, tí hópur av dynamiskum variatiónum eru í øllum trimum verkunum og serliga í Sibeliussymfoniini. Sjálvt hjá royndum tónleikarum skal slíkt venjast fyri at fáa tað at sita. Tónleikarnir fylgdu dirigentinum væl og sjálvt um onkrar av fraseringunum høvdu sitið betur við longri venjingartíð, so fingu vit áhoyrarar eina fullgóða innføring í mongu tónleikaligu nuancurnar, ið romantiskur tónleikur kann innihalda. Ikki kann verða sagt ov ofta, at fongur er í einum manni sum Wilkinson!

Føroya Symfoniorkestur er við tíðini broytt frá at verða eitt áhugatónleikaraorkestur til í stóran mun at verða eitt orkestur mannað við yrkistónleikarum. Fyri okkum áhoyrarar merkir tað, at vit fáa møguleika fyri at hoyra tónleik á høgum støði og kunna hoyra tónleik, sum orkestrið áður ikki hevði hætta sær undir.

Hetta førir tó við sær, at skal støðið haldast, so kunna vit í Føroyum ikki manna orkestrið einans við heimligum tónleikarum. Gamaní hevur styrkur altíð verið heintaður uttan ífrá, men til konsertina leygarkvøldið var um helmingurin av 60 stóra orkestrinum komnir higar til landið. Nevnast kann at tríggir av fýra bassspælarum, fýra av seks cellospælarum og tríggir av fýra hornspælarum vóru komnir umvegis Vága floghavn. Akkurát hvørjum leisti leiðslan í orkestrinum arbeiðir eftir, tá tónleikarar skula fáast til vega, veit eg ikki. Men skal orkestrið eisini í framtíðini í so stóran mun dúga uppá útlendskar tónleikarar, so kann tað koma at gerðast rættiliga dýrt hjá orkestrinum at skipa fyri konsertum. Eisini legði eg merki til, at teir tónleikarar, ið traðkað hava sínar barnaskógvar á Føroya Musikkskúla, nærum kundu teljast á einari hond.

Symfoniorkestri er fyri mong flaggskipið hjá klassiskum tónleikalívið í Føroyum. Ein nationalur stoltleiki. Eg veit ikki hvønn týdning áhoyrarar legga í, hvørt tað eru útlendingar ella herbúgvandi tónleikarar, ið manna orkestrið. Eyðvitað er tó, at skula føroyingar sjálvir spæla tónleika á slíkum høgum støði, so eru nógvar umstøður, sum muga broytast í Føroyum tónleikarum og tónleiki at frami. Neyvan fara vit nakrantíð at hava yrkistónleikarar á øllum ljóðførum búgvandi í Føroyum og tí er at gleðast yvir, at tað ikki stendur á at fáa góðar tónleikarar hendavegin. Men hetta kostar nógvar pengar og spurningurin hjá leiðsluni hjá orkestrinum verður tí, hvussu nógvan tónleik tey kunna framføra fyri tann pening tey hava at arbeiða við.

Hiðani skal tó ljóða ein tøkk fyri konsertina leygarkvøldið – eitt heystkvøld í havn.
523742_10151183939032512_1475140540_n