Hin fimti evangelisturin

23. november 2012
Kendi tónasmiðurin Igor Stravinsky varð einaferð spurdur um, hvat tónleikaverk var tað týdningarmesta í tónleikasøguni. Hann svaraði: Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach

Leif Hansen

Komandi vikuskifti verður tónleikur hjá stóra barokktónaskaldinum Johann Sebastian Bach framførdur kring landi. Tórshavnar kamarkór hevur konsertir í Gøtu, Tjørnuvík og Vestmanna, har m.a. motettin Jesu, meine Freude er á skránni og Havnarkórið framførir Jólaoratoriið á Toftum og í Havn. Í hesum sambandi skal her stutt greiðast frá nøkrum aðalaspektum kantatunum hjá tónaskaldinum viðvíkjandi.

bach2

Kenslur og tónleiku
Tónleikur hevði í barokktíðini sum eina av sínum høvuðsuppgávum at lýsa kenslurnar ella affektinar hjá menniskjum. Útgangsstøði var griska etoslæran, sum sigur, at tónleiki er íborðin eginleiki til at ávirka menniskjir á ymiskan hátt. Serliga var tað í, teirri tá í tíðini nýggju tónleikagenruni, operatónleikinum, at hetta tónleikaæstetiska fyribrygdi, affektlæran, kom til sín rætt. Tær skiftandi sinnisstøðunar hjá ymisku persónunum í operauni skuldu tónasmiðurin royna at lýsa í tónum eisini.

Tónasmiðurin og tónleikateoretikarin Johan Adolph Scheibe (1708-76) sigur í Der kritische Musikus: “Vit hava í tónleikinum við sinnisrørslur at gera; tónasmiðurin skal úttrykkja, styrkja ella doyva tær.” Hetta var sambært Scheibe ein av høvuðsuppgávunum hjá tónasmiðunum. Barokktónasmiðinir høvdu so við og við hópin av koventionellum tónleikaháttum til at úttrykkja kenslur við, eitt nú gleði, sorg, øði, angist, pínu osfr. Tó er hetta ikki at skilja so, at tónasmiðinir vóru bundnir niður av hesum tónlistaligu ”viðtøkum”. Barokktíðarskeiði er nevnuliga merkt av stórum ymiskleika tónaskaldunum ímillum, ikki minst tá hugsað verður um tónleikaslag, uppfinningarsemi og talent.

 Tann trúgvandi Bach
Bach livdi í einari mentunarligari og átrúnarligaru broytingartíð. Millum absolutismuna og upplýsingsstíð og millum lutherisku ortodiksiina og pietismuna.
J.S. Bach hevði sítt religiøsa útgangsstøði í teirri luthersku ortodoksiini. Teir lærdu handan hesa læru royndi í 1600-talinum at seta tankarnir hjá Luther í føst játtanarrit og avvísti øllum ørðum kristnifatnanum, sum vranglæra. Ofta verður tó víst á, at Bach við vali av tekstum og teksthøvðundum í sínum vokalverkum m.a. kantatunum, tykist at hella til pietismuna. Pietisman var ein rørsla, sum kom fram í byrjanini av 1700-talinum við áherðslu á persónliga, livandi og fróma trúgv. Um júst val av tekstum sigur danski tónleikagranskarin Søren Sørensen í einari av sínum bókum:

Den religiøse poesi, der stod til Bachs rådighed, var gennemgående ret ubehjælpsom i formen og indholdsmæssigt præget av pietismens hang til svulst og svælgen i Jesu blod

Sørensen tekur fram høvundar ella, sum tað eitur í kantatunum, librettistar sum Neumeister, Salomo Franck og navnframa Picander, sum allir virkaðu í pietistiska tíðarskeiðnum og vóru ávirkaðir av tí.
Dømi um slíkar tekstir eru fyrstu orðini úr Kantatu nr. 199 (BWV 199): Mein Herze schwimmt in Blut (Mítt hjarta svimur í blóði). Men tekstinir munna hava talað til Bach og kirkjuliðini har Bach hevði sína arbeiðsgongd.

Her skal tó sigast at dyrkanin í tí, sum bleiv eyðkenni fyri pietismuna hevði sína byrjan í ortodoksiini við m.a. týska teologinum Valentin Weigel (1533-88). Hesin Weigel legði áherðslu á, at Guð møtir hinum einstaka menniskjanum í sálini, umframt at hann leggur dent á bøn, askese og strangan etiskan lívshatt. Pietisman helt seg eisini í ávísum førum í sínari heilt privatu guðsrelatión kunna verða kirkjuna fyri uttan. Hetta liggur langt frá tí kristnifatan, sum Bach hevði, sum júst bygdi á kirkjuna og tað boðan, ið gekk út frá henni.

Tá Bach skuldi brúka sálmar, tær sonevndu koralunar, til kantaturnar, passióninar og oratoriini valdi hann oftast eldri sálmayrkjarar úr ortodoksa tíðarskeiðnum. Nevnast kann, at Paul Gerhard (1607-76) og Johann Rist (1607-67) eiga átta av teimum 15 koralunum í Jólaoratoriinum og at Bach í allari sínari kantatuproduktión bert í einstakum førum brúkar sálmar, sum eru yrktir í 1700-talinum.

Kantatunar
Bach skrivaði áleið 300 kantatur harav tær 200 eru til skjals í dag. Kantatan hevði í stóru protistantisku kirkjunum stóran leiklut í sjálvari liturgiini. Kantatan varð framførd eftir at presturin hevði lisið evangeliið upp frá altarinum. Eftir at kantatan varð framførd fór prestur á prædikustólin og las enn einaferð dagsins evangelium og helt síðani dagsins prædiku. Var kantatan tví-deild kundi seinni partur verða framførdur eftir prædikuna.

Kantatan var oftast uppbygd soleiðis at byrjað varð við einum satsi fyri kór og orkestur – oftast yvir eitt citat úr bíbliuni og endaði við einum koralsatsi yvir eitt kent lag. Inn ímillum hesa rammu finna vit oftast solistisk innsløg, sum recitativir, ariur og arioso, kórsatsir við instrumentalum for- millum- og eftirspæli.

Hendan ovurhondsstóra produktión av Kantatum, sum samlað høvdu tikið omanfyri 100 tímar at framført er at rokna sum mætastu tónleikaverkum í evropæiskari tónleikatraditión. Kantatinar eru fyrst og fremst hugsaðar sum kristinboðan. Tónleikasøgumaðurin Alfred Einstein (1880-1952) kallaði kantatunar hja Bachbiblia pauperum (bíblia teirra fátæku) í tónleiki. Einstein metir Bach at verða tann størsta kristniboðaran síðani Luther. Bach ber ikki ein telogiskt abstraktan boðskap fram, men ein boðskap, ið er direkta og vælskiljandi, sprottin úr hansara myndríka musikalska hugflogi. Kanska er hetta orsøkin til at hann javnan í tónleikabókmentum verður kallaður Hin fimti evangilisturin. Jólaoratoriið, sum høvið verður at hoyra um vikuskiftið, er sum so ikki nakað oratorium, sjálvt um Bach sjálvur brúkti hetta heitið. Verkið er nevnuliga samansett av seks kantatum ætlaðar at framføra ein til hvønn dagin Jóladag, 2. jóladag, 3. jóladag, Nýggjársdag, sunnudag eftir nýggjár og á Trettundu.

Kristniboðan í orð og tónum
Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach bera ovurhondsnógv dømi um tónleikaæstetiskar grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. Tónleikurin skal lýsa kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. Trúðarinnar affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og uppreisnina. Sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin til ævigt lív. Altjóða kendi tónleikagranskarin Peter Ryom skrivar í einari av sínum bókum, at tað júst er hesin parturin av kristnitrúnni, sum kantatunar hjá Bach lýsa. Kantatunar eru fyrst og fremst kristniboðan í orð og tónum. Hetta er kanska orsøkin til at kantatunar samanborðnar við passióninar, h-mol messuna, orgul og kamar- og orkesturverkini, ikki verða framførdar so ofta. Men granskarar eru á einum málið um, at vit í kantatunum, sum samlað eru ein fimtingur av øllum tónleikinum frá Bach’sa hond, finna tónlistarliga hæddina, ikki bara hjá Bach sjálvum, men í øllum tíðarskeiðnum sum heild.