Kórfestivalur 2016

Kórfestivalurin 2016

 

Góðu festivalluttakarar

Kórfestivalurin verður í Norðurlandahúsinum 22. apríl.

Felagskórið fer m.a. at syngja nýskrivað verk hjá Tróndi Bogasyni.
Gestakórleiðari í ár er Tóra Vestergaard. Tóra er til dagligt leiðari hjá Húsakórinum í Keypmannahavn. Nótar og ljóðfílur liggja á www.kor.fo. Gott hevði verið um fólk lærdu seg áðrenn. Havið blíant við tykkum.
Tit nýtast ikki at prenta nótar út. Tit fáa hefti útflýggjað frá kl 9.30 á festivaldegnum.

Til einstøku kórini:

Møguleiki er fyri pallroynd. Umráðandi er at kórini halda tíðina:
9.10-9.20         Tórshavnar kamarkór
9.20-9.30         Kristeliga sangkórið
9.30-940          Glymur
9.40-9.50         Tarira

12.00-12.10     Havnarkórið
12.10-12.20     Tórshavnar manskór
12.20-12.30     Aurora borealis

15.00-15.10     Vágakórið
15.10-1520      Eystanljóð
15.20-15.30     Vestmanna sangkór
15.30-15.40     Gøtu kirkju ungdómskór

Viðvíkjandi kappingini. Fyrireikarnir hava avgjørt at kórini fáa í mesta lagið 8 minuttir til framførslu. Kórini vera biðin um at halda tíðina. Kórleiðarin skal senda sangskránna (Heiti/tónaskald/evt.arr/yrkjari/evt. týðari) til tilmelding@kor.fo í seinasta lagi 14.apríl.

Tvinnar viriðslønir verða latnar:

1. Virðisløn: Fyri bestu framførslu – her verður t.d. hugsað um neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk.

2. Virðisløn: Fyri mest orginalu , skemtiligu og/ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni í uppstilling o.s.fr. Tað vil siga at vísa nakað, sum ger framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga.

Við lutakasti eru vit komin til hesa raðfylgju:
1) Havnarkórið
2) Tórshavnar manskór
3) Gøtu kirkju ungdómskór
4) Vestmanna sangkór
5) Eystanljóð
6) Vágakórið
7) Kristiliga sangkórið
8) Tarira
9) Aurora borealis
10) Tórshavnar kamarkór
11) Glymur
Skrá fyri dagin

9.00-10.00       Pallroyndir (sí omanfyri)
9.30-10.00       Útflýggjan av nótum
10.00–12.00    Venjing felagskór við Tóru Vestergaard
12.00-12.30     Matarsteðgur + pallroynd
12.30-13.45     Venjing við Tóru Vestergaard
13.45-14.00     Kaffisteðgur
14.00-15.00     Venjing Tóru vestergaard
15.00–16.00   Steðgur (kaffi at fáa) + pallroynd
16.00               Konsert
19.30               Veitsla í B36-húsinum