Kórfestivalur 2015

Kórfestivalur 2015

Sangir til felagskórið:

So førdi aldaføður hond pdf

Sopran    Alt   Tenor   Bass

Morgun   Dropin

Kórfestivalur 2015

 

Leygardagin 18. apríl frá kl. 10.30 skipar Kórsamband Føroya fyri Kórfestivali 2015, sum fer fram í Auluni í Eysturskúlanum í Havn.

Almenna konsertin byrjar kl. 16.00.

Kórfestivalurin er skipaður eitt sindur øðrvísi, enn kórstevnurnar, ið hava verið í mong ár. Millum annað verða virðislønir handaðar, og tær eru hesar:

1. Virðisløn: Fyri bestu framførslu – her verður hugsað um neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk.

2. Virðisløn: Fyri mest upprunakendu, skemtiligu og/ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni í uppstilling o.s.fr. Tað vil siga at vísa nakað, sum ger framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga.

3. Virðisløn Fyri best samansettu sangskrá. Til dømis eitt tema, fjølbroytni, skjótt og seint tempo ella onkusvegna at samansjóða eina skrá á ein upprunakendan (originalan) hátt.

Endamálið við kappingini er at fáa kórini at hugsa eitt sindur um, hvussu og hvat tey syngja.
Hetta skal ikki hugsast sum kappingargreinar, men er meira ætlað sum íblástur hjá kórunum at finna upp á okkurt, sum kann gera júst teirra framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Kappingarnar skulu tí hugsast heilt óformliga.

Tríggir dómarar eru útnevndir at døma í kappingini. Hesir umboða ávikavist kórsang, áhoyrarar og sjónleik og koma at siga sína hugsan og meta um, hvørji kór hava uppiborið virðisløn. Dómararnir eru: Anna Sofía Restorff, Zacharias Sørensen og Ria Tórgarð.

Skrá fyri allan leygardagin 18. apríl 2015:

10.30 -13.00 Pallroynd hjá einstøku kórunum
13.00 -15.30 Venjing við felagskóri (umráðandi er, at øll luttaka)
16.00 Konsert við einstøku kórunum og felagskóri. Virðislønir verða handaðar. 18.30 Veitsla í Róðrarneystinum á Argjum

Skrá fyri pallroyndir:
Frá kl. 10.30 er møguleiki fyri at gera pallroyndir í Auluni í Eysturskúlanum. Kórini gera sjálvandi av hvør sær, um tey ynskja at gera nýtslu av hesum møguleika ella ikki. Í raðfylgjuni fyri pallroyndir er tikið hædd fyri, at kórini uttan fyri Havnina eru seinast, so teimum ikki nýtast at møta so tíðliga. Kórini fáa eina skúlastovu á Eysturskúlanum í part at ráða yvir til viðføri og annað. Raðfylgjan fyri pallroyndir er hendan:

10.30 Aurora Borealis
10.45 Kristiliga Sangkórið
11.00 Tórshavnar Manskór
11.15 Havnarkórið
11.30 Glymur
11.45 Tórshavnar Kamarkór
12.00 Eystanljóð
12.15 Vestmanna Sangkór

Kórsambandið lelggur dent á, at venjingin við felagskórinum, sum allir festivalluttakarar verða bidnir um at luttaka í,
byrjar stundisliga kl. 13.00.

Tað er Kári Bæk, ið stjórnar felagskórinum.
KÓRSAMBANDIÐ LETUR PRENTA HEFTIR TIL LUTTAKARAR Í FELAGSKÓRINUM!

Sangirnir til felagskórið eru hesir:
1) So førdi aldaføður hond – Orð: Jóannes Patursson / Lag: Pauli í Sandagerði (Nýggjur sangur, sum Kórsambandið hevur umbiðið til høvið).
 2) Morgun – Orð og lag: Martin Joensen / ltr. J. Høybye
3) Dropin – Orð: Karsten Hoydal / Lag: Annika Hoydal / ltr. K. Bæk

Hvør kórið fær 10 minuttir í part til framførslu. Við lutakasti varð funnið fram til hesa raðfylgju undir sjálvari konsertini, sum byrjar stundisliga kl. 16.00:

1. Aurora Borealis – Leiðari: Ólavur Jøkladal
2. Kristiliga sangkórið – Leiðari: Hanus Joensen
3. Tórshavnar Manskór  – Leiðarar: Bjarni Restorff & Kári Bæk
4. Vestmanna sangkór – Leiðari: Benjamin Gåsedal
5. Eystanljóð – Leiðari: Leif Hansen
6. Tórshavnar kamarkór : Leiðari Bernharður Wilkinson
7. Glymur –  Leiðari: Niels Winther
8. Havnarkórið – Leiðari: Leif Hansen

Eftir at øll kórini hava verið á palli, syngur felagskórið. Fyrireikararnir vóna, at øll eru hjástødd undir konsertini, nú høvi býðst at hoyra onnur kór á palli. Tá konsertin er liðug, er tíð at venda nøsina móti Argjum, har veitsla er í Róðarneystinum, sum byrjar kl. 18.30. Kostnaðurin fyri luttøku í veitsluni er 300 kr.
Tað áliggur hvørjum einstøkum kóri at savna peningin inn frá egnum luttakarum og rinda samlað til Kórsambandið á kontu nr. 6460-465.699.9 áðrenn veitsluna.

Vinarliga Nevndin í Kórsambandi Føroya og fyrireikararnir