Kórfestivalur 2018

Kórfestivalurin 2018

ksf

Pallroyndir – tíðinar SKULA haldast!

Leygardag 5. mai

10.15 Morgunkórið
10.45  Kvennakór
11.30 Miðnámskórið á Kambsdali

Kl. 12.45 Húsakórið
Kl 13.00 Tórshavanar kamarkór
kl 13.15 Sólarmagn
kl 13.30 Eystanljóð
kl 13.45 Vestmanna sangkór

15.00  Ungdómskórið í Gøtu kirkju

Upphiting 15.00-16.00

Skálin: Húsakórið

Norðurstova: Tórshavnar kamarkór

Backstage: Vestmanna sangkór og Flóð

Klingran: Morgunkórið og Xperiment

Forhøllin NLH: Kvennakór

Kringvarpið: Eystanljóð, Sólarmagn, Miðnámskórið á Kambsdali, Tarira

Høllin: Gøtu kirkju ungdómskór (15.00-15.30)

 Viðv. Konsertini – Kórini, lesið hetta!

Uttast við á báðum síðum og 3-4 røð aftast eru løgd av til kórini. Vit vilja gjarna, at kórini hoyra hvønannan. Tit kunna sita í salinum og fara út høgrumeðin og so runt t.d. tvey kór áðrenn tit sjálvi skula á pall. Tá tit hava sungið kunna tit finna tykkum pláss á áðurnevndu plássum.
Kór, sum skal á pall, kann antin bíða undir balkonini við inngongdina ella uttanfyri hurðina til høllina. Tit fylgja sjálvi við nær tit skula inn. Hvørt kór hevur 6 min + inn- og útgongd + (evt) klapp

Raðfylgja:
1  Sólarmagn
2 Vestmanna sangkór
3 Tórshavanar kamarkór
4 Miðnámskórið á Kambsdali
5 Eystanljóð
6 Tarira
7 Xperiment
8 Gøtu kirkju ungdómskór
9 Morgunkórið
10 Húsakórið
11 Flóð
12 Aurora Borealis
13 Kvennakór
Felagskórið

Skráin fyri Festivalin:

Fríggjakvøld 4. mai

kl 18.00-21.00 Felagskórið venur í Klingruni

Leygardagur 5. mai 
kl. 9.30 – 11.30 Felagskórið venur í Klingruni
kl. 11.30 – 12.15 matarsteðgur
kl. 12.15- 13.15 Felagskórið venur í Klingruni
kl. 13.15 – 13.30 Kaffisteðgur
kl. 13.30 – 15.00 Felagskórið venur í Høllini

kl. 16.00 Konsert

kl. 19.00 Veitsla í Dansifrøi

 

 

Kórfestivalurin 2018 í Norðurlandahúsinum
Leygardagin 5. mai verður árligi Kórfestivalurin í Norðurlandahúsinum í Havn. Talan er um fjórða kórfestivalin á rað, sum hevur avloyst traditionellu kórstevnunar, sum hildnar hava verið síðani 1967. Hetta nýggjara kórtiltakið verður hildið ein og sama dag, tí tá er lættari at fáa fólk at luttaka.
Endamálið við kórfestivalinum er eins og endamálið var við kórstevnunum, at fremja og menna føroyskan kórsang.
Í ár verður tað danski kórleiðarin Alice Granum, sum fer at venja stóra felagskórið. Fleiri kórleiðarar kenna Alice frá teimum kórleiðaraskeiðum, sum Kórsambandið hevur skipað fyri seinastu tíðina.
Eins og undanfarnu ár verður konsertin skipa sum kapping millum kórini. Í ár verður kappingin broytt soleiðis at kappast verður ikki innan fleiri kategoriir. Fyri bestu framførslunar verða handaðar 1. 2. og 3. viðursløn og dómarnir gera sjálvir av, hvat teir leggja dent á. Eisini fáa áhoyrarnir høvi at atkvøða fyri bestu framførsluni.
Kórfestivalurin 2018 byrjar leygardagin 5. mai klokkan 9.30 í Norðurlandahúsinum, tá vant verður til felagskórið. Tó er ein undanvenjing til felagskórið kvøldið fyri, fríggjakvøldið 4. mai, klokkan 18.00-21.00, eisini í Norðurlandahúsinum.
Sjálv konsertin byrjar kl. 16.00 leygardagin 5. mai í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani felagskórið.

Veitsla verður í Dansifrøi eftir konsertina.

Tilmelding til Kórfestivalin fer einans fram á linkinum niðanfyri. Kostnaður fyri at luttaka í felagskórinum er 200 kr og veitslan kostar 300 kr. Meldið til í seinasta lagi 20. apríl

http://tilmelding.fo/registration_step1.php…

Kór skula melda til kappingina á tilmelding@kor.fo

Vinarliga
Nevndin í Kórsambandi Føroya
og fyrireikandi umboð fyri kór í Havn