Kórnótasavnið

Kórnótasavnið

Nám umsitur fyri Kórsamband Føroya eitt rúgvusmikið kórnótasavn, sum kórleiðarar og kórsangarar hava atgongd til.

Faldari við innihaldsyvirlitið trýst HER

Lánsreglur

Reglur fyri lán úr Kórnótasavninum:
• Tilfarið í kórnótasavninum er serliga ætlað kórum og tónleikalærarum.
• Hvat lánum til kór viðvíkur verður lænarin skrásettur við kórnavni og við navninum á tí, ið stendur
til at hava hevur ábyrgdina av kórinum. Lænt tilfar verður so skrásett uppá henda persón, sum
hevur ábyrgdina av tilfarinum – sama hvør ið heintar lænta tilfarið.
• Lánið er ókeypis. Tó hevur lænari ábyrgd av tí tilfari, ið verður lænt og hevur endurgjaldsskyldu,
um tað misferst ella fær løst.
• Lænifreistin skal haldast. Møguleiki er kortini at leingja lántíðina, um tilfarið ikki er umbiðið av
øðrum lænara.
• Ikki er loyvt at læna øðrum tilfarið uttan við loyvi frá Námi.
• Lænari kann sjálvur heinta og avhenda tilfarið í Námi. Tilfar verður eisini sent við Posta. Meira
um hetta undir Fast samband.

(Tekstur skrivaður í 2002):
Millum onnur tiltøk hjá Kórsambandi Føroya hevur eisini av og á verið skipað fyri kórleiðaraskeiðum.

Við hækkaðari almennari stuðulsjáttan frá fíggjarárinum 2001, samstundis sum vantandi undirtøka
hevur verið til árligar kórstevnur, hevur borið til at gera meira burturúr eitt nú til seinni nevnda.
Við lektara í kórleiðslu á lærda háskúlanum í Ålborg Mogens Dahl sum leiðara varð soleiðis hildin
skeiðsrøð í november 2001 og februar og apríl í 2002, sum endaði við roynd og royndarskjali til teir
tíggju luttakararnar í mai.
Í hesum sambandi var ynski hjá teim luttakandi, at Kórsamband Føroya útvegaði sett av teimum kórsatsum, sum arbeitt hevði verið við. Hetta ynski gav hugskot til eitt veruligt kórnótasavn í Føroyum,
sum við hesum yvirlitsriti verður lýst til almenna nýtslu.
Vit í Kórsambandi Føroya eru sera takksom fyri, at Landsmiðstøðin (Nám red.) vildi átaka sær at skráseta og
lánsumsita hetta savn, sum vit vóna verður til góðan frama fyri kórsang í Føroyum.
Heilsan

Ólavur Hátún