Kórnýtt

30/4-2022
Kórfestivalurin 2022
Úrslitini frá kórkappingini:
1. virðisløn: Silvitni
2. virðisløn: Tórshavnar kamarkór
3. virðisløn: Tarira
Áhoyraravirðisløn: Gøtu kirkju ungdómskór

 

25/5-2020
Um almennu tilmælini loyva tí, fer ólavsøkukórið undir venjing 12. juli kl 15.00
Stað verður upplýst seinni

 

24/1-2019
Komið og syngið við Vágakórinum Mánakvøldið 28. januar 2019 fer Vágakórið undir nýggja og spennandi sangskrá við nýggjum væluppøgdum kórleiðara nevniliga sanglæraranum Katrin á Borg Johannesen.

Katrin er júst flutt heim aftur til Føroyar saman við familjuni eftir 12 ár í Oslo, har hon hevuri nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk.

Longu 14-15 ára gomul gjørdist hon kórleiðari í ungdómskórinum TenSing í Havn, og hon hevur síðan tá bæði sungið og undirvíst í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum. “Nú síggi eg fram til at leiða Vágakórið, og tað verður spennandi, hvat vit saman kunnu fáa í lag.” sigur Katrin spent.

Vit eru serliga spent uppá at bjóða nýggjum sangarum at koma við, tí vit ætla at víðka munandi um kórið, so tað vónandi aftur kann gerast so stórt, sum tað einaferð var – stuttligt hevði verið, eisini at sæð mong av okkara ungu sangfuglum í einum fjølbroyttum vælljómandi Vágakóri. Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30 til 21.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vit venja, læra, frøast um vakran tónleik, hugna okkum. Málið er at gleða okkum sjálvi og onnur við vøkrum sangi til skemtunar og til hátíðarløtur. Um nakrar vikur skipa vit fyri einum venjingarvikuskifti á onkrum eksotiskum staði í Føroyum. Hugni, venjing og konsertir í nærumhvørvinum eyðkenna hesar 2-3 dagarnar heimanífrá.

9/1-2019
Kórfestivalurin 2019 verður hildin í Løkshøll í Runavík 11. mai.

2/5-2018

Konsert við Húsakórinum í Fuglafirði í kvøld

Eg hoyrdi fyrstu ferð Húsakórið fyri 19 árum síðani, í mai 1999 til eina føroyska kórstevnu í Søborg. Tey sungu Listaskálakantatuna hjá William Heinesen, Karsten Hoydal og Karl Clausen, við tí navnframu Marionnu Clausen sum kórleiðara. 100 ella kanska 200 sangarar hava helst verið ígjøgnum Húsakórið síðani tá og fram til ta kór, sum í kvøld trein fram í kirkjuni í Fuglafirði. Hetta eru treytunar hjá einum útisetakórið, sangarar koma og fara. Tó haldi at eini 10 sangarar av teimum, sum eg hoyrdi hinaferð í Søborg eru við.
Sjálvur havi eg sungið í Húsakórinum og fekk enntá tann heiður at verða kórleiðari eitt stutt skifti.

31781671_10156300080012512_5324285220990484480_n

Nógvir kórleiðarar hava stjórna kórinum hesi 45 árini at tað hevur virkað í Føroya húsinum í Keypmannahavn. Tóra Vestergaard er kórleiðari hjá kórinum nú og hevur verið tað í nøkur ár. Kórið undir hennara leiðslu sang reint, neyvt, javnvág var í ljóðmyndini og ikki minst sást og hoyrdist at sangarnir vóru nærverandi og konsentreraðir. Bara tann eini satsurin fall nevnivert og tað er nú ikki so galið á einari konsert uppá 5 korter.

Sangskráin var samansett av føroyskum, norðurlendskum og bretskum kórtónleiki. Av føroyskum tónasmiðum átti Kári Bæk tríggjar og Sunleif Rasmussen ein. Kórið endaði við tí undurvakra Upon Your Heart hjá Kanadisku Eleanor Daley. Sera vakurt framborið og skiftini millum kvinnukór og blandað kór riggaði so sera væl. Hesin sangurin var eftir mínum tykki tann besti á konsertini. Eisini royndi kórið seg við einum rútmiskum sangi, Vindo, sum tann millum føroyskar kórsangarar so navnframi Jim Daus Hjernoe hevði lagt til rættis. Ein fínur satsur, sum gav konsertini meiri breidd.

Sangskráin var annars eftir mínum tykki nóg so einsformað. Teir tríggjir Kári Bæksku satsinir (Brót so stillan, Græsset grønnes og Summarkvøld), Nordika hjá Sunleifi Rasmussen, Eric Whitacre og onkrir afturat høvdu helst staðið sterkari um vit eisini fingu onkrar meira máttmiklar kórsatsir at hoyra. Helst hevði kórleiðarin og kórið fingið okkurt gott burturúr t.d. Holmboe ella Paula í Sandagerði.
Konsertin var nóg so lang og hevði staði seg betur um tey hildu seg á áleið einum tíma.

Tað er ikki lætt at arbeiða við einum kórið við støðugt skiftandi manning. Men tað sær út til at Tóra Vestergaard hevur lyft kórið uppá eitt høgt støði. Einki er at ivast í at Húsakórið í dag telist millum tey bestu føroysku kórini. Tey gott 100 møttu áhoyrarnir fingu eina góða konsert.
Takk fyri løtuna

5/3-2018

Norskt kór vil hava sambandi við føriskt kór. Kanska okkurt kór hevur hug til samstarv.
Sí her:

Vi har reist mye, og vi forsøker alltid å finne et kor som vi kan synge med, og gjerne bli litt kjent med. Da vi var i London for noen år siden, fant vi koret Cecil Sharp House Choir, som synger engelsk folkemusikk. Senere besøkte de oss i Oslo hvor vi hadde felles konsert.

Vi er godt voksne, fra 35 til 75 år gamle kvinner og menn. Koret har i dag i underkant av 40 aktive sangere. På en tur som denne anslår vi at vi vil være 25-30 deltakere.

Vårt repertoar er en god blanding av viser, folkemusikk, og klassiske stykker, på mange språk: Norsk, svensk, italiensk, engelsk med mer. Her er noen få sanger som står på repertoaret vårt akkurat nå: Pål sine hønur (norsk folkemusikk med arrangement av Knut Nystedt), Weep o mine eyes (madrigal fra 1500-tallet, av John Bennet), Lascia ch’io pianga (Händel)

Vår dirigent heter Andrew Smith. Han er musikkutdannet ved universitetet i Oslo, og er en erfaren komponist og arrangør, slik jeg forstår at du også er. Han har mange år som erfaring som kordirigent, organist og korsanger. Han hilser også. Andrew har hjemmeside http://andrewsmith.no og epostadresse andrew.ajs@gmail.com

Jeg ville bli glad hvis vi kan etablere en kontakt for å forsøke å få til noe felles.

Hjemmeside: www.jammerkoret.no

Smakebit fra konsert i London:
https://www.youtube.com/watch?v=Wn49JuobS-Q

17/12-2017
Skeið fyri kórleiðarar
– royndar, sum óroyndar.

Eitt av høvuðsendamálunum hjá Kórsambandi Føroya er at menna føroyskan kórsang. Sum partur av hesin menning hevur nevndin í kórsambandinum gjørt av at skipa 2 skeið fyri kórleiðarnum í Føroyum – núverandi og teimum, sum hava hug til at royna seg fyri fyrstu ferð.
.
Samband er fingið við danska kórleiðaran og undirvísaran Alice Granum. Alice er til dagligt docent við Syddansk Musikkonservatorium umframt at hon í mong ár undirvísti á tónleikavísundadeildini á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Alice er eisini kórleiðari hjá Det Fynske kammerkor og er nógv umbiðin skeiðshaldari.
Heitt verður á allar kórleiðarar at melda seg til skeiðini, sum verður hildin vikuskiftini 16.-18 febr. og 16.-18. mars 2018.
Fyrra skeiði (16.-18. febr) er fyri núbyrjarar og lítið roynd í kórleiðslu.
Seinna skeiðið ( 16.-18. mars) er ætlað meira royndum kórleiðarum.
Skeiðstíðir eru uml.: Fríggjadag kl. 18.00-21.00. Leygardag kl. 10.00-16.00. Sunnudag kl. 13.00-17.00
Kostnaður pr. skeið. 500 kr.
Musikkskúlanæmingar gratis.
Vónin er at bæði núverandi og komandi kórleiðarar melda seg til.
Tilmelding í seinasta lagi mikudagin 20. december 2017 á tilmelding@kor.fo

Kórsamband Føroya

Tarira vann

Tað hevur verið ein stór uppliving, og heiðurslønirnar eru staðfestingar av, at arbeiðið, sum vit gera, er gott. Tað eggjar okkum at arbeiða víðari, sigur Jóhannes Andreasen, kórleiðari hjá Tarira.

Tarira vann í gjár trý gullheiðursmerkir í altjóða kórkapping í Loret De Mar, nærindis Barcelona. Tarira luttók í fimm kappingum, og vann í kateogriunum; hákirkjuligan sang, katalanskan fólkasang og í kapping, har kórini sungu eitt ávíst katalanskt kórverk.

Úrslitið av kappingini var almannakunngjørt í gjár, og eftir sigurin er kórið er millum annað boðið við til nakrar festivalar.

Talan er um eina altjóða kapping, og fjúrtan kór úr fleiri evropeiskum londum luttóku í kappingini. Talan var bæði um barnakór, ungdómskór, kvinnukór, mannfólkakór og blandað kór.
(kelda: kvf.fo)

Stórur kórfestivalur í Havn

Leygardagin 29. apríl verður skipað fyri stórum kórtiltaki í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Kórfestivalur  2017”. Umframt luttøku av 13 kórum kring landið, verður eisini skipað fyri einum felagskóri, sum Unn Patursson hevur skrivað eitt kórverk til.
Talan er um triðja kórfestivalin á rað, sum hevur avloyst traditionellu kórstevnuna yvir tveir, tríggjar dagar, ið varð fyriskipað ígjøgnum nógv ár. Hetta nýggjara kórtiltakið verður hildið ein og sama dag, tí tað er lættari at fáa fólk at luttaka, tá tiltakið ikki fer yvir fleiri dagar.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Fyri tveimum árum síðani luttóku 8 kór, í fjør 11 kór, og í ár er talið komið upp á higartil 13 tilmeldaði kór. Talan er um Tórshavnar Manskór, Tarira, Fuglafjarðar Sangkór, Gøtu Kirkjukór, Eystanljóð, Havnarkórið, Morgunkórið, Xperiment, Kamarkórið, Glymur, Vestmanna Sangkór, Kristiliga Sangkórið og Flóð.

Eins og hini árini verða virðislønir handaðar. Fyrsta virðisløn verður fyri bestu framførslu, har hugsað verður hugsað um eitt nú neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk.

Onnur virðisløn verður fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni í uppstilling og so framvegis. Tað vil siga at vísa nakað, sum ger framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga.

Triðja virðisløn er ein áhoyraravirðisløn, har áhoyrarnir kunnu seta kross á ein atkvøðuseðil, sum verður samlaður inn, meðan felagskórið syngur.

 

Framføra nýskrivað kórverk

 

Eins og í fjør er leiðari fyri felagskórið, Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri.

Felagskórið fer at framføra verkið “Heystforsøgn”, sum Kórsamband Føroya hevur biðið Unn Patursson skriva til høvið. Orðini eigur Lív Maria Róadóttir Jæger. Í fjør høvdu heili 180 sangarar teknað seg til felagskórið, og tað verður valla minni í ár, tá tekningarfreistin er úti 15. apríl.

Konsertin byrjar kl. 16.00 leygardagin 29. apríl í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani felagskórið. Eins og undanfarin ár verður Tórður Mikkelsen frásøgumaður.

 

Skeið fyri kórleiðarar

Eitt av høvuðsendamálunum hjá Kórsambandi Føroya er at menna føroyskan kórsang. Sum partur av hesin menning hevur nevndin í kórsambandinum gjørt av at skipa skeið fyri kórleiðarnum í Føroyum.
Samband er fingið við danska kórleiðaran og undirvísaran Alice Granum. Alice er til dagligt docent við Syddansk Musikkonservatorium umframt at hon í mong ár undirvísti á tónleikavísundadeildini á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Alice er eisini kórleiðari hjá Det Fynske kammerkor og er nógv umbiðin skeiðshaldari.

Heitt verður á allar kórleiðarar at melda seg til skeiði sum verður hildið vikuskiftini 3.-5. feb og 31.mars-2. apríl 2017. Nærri kunning um kemur seinni.

Vónin er at bæði núverandi og komandi kórleiðarar melda seg til.

Kostnaður fyri hvønn er 1000 kr. Tilmelding í seinasta lagi 20. november á tilmelding@kor.fo

Kórsamband Føroya

 

Ólavsøkukórið fer undir venjing
Fyrsta venjing er 3. juli kl 15.00 í Læraraskúlahøllini

 venjing 2012

Eingin ivi er um at kórsangur hevur ein centralan leiklut í ólavsøkuhaldinum. Hjá mongum – sangarum og áhoyrarum- er kórsangurin á Tinghúsvøllinum eitt hæddarpunkt í tjóðarhátíðini. Uttan slit hava kórsangarar í knaptliga 90 ár sungið á Ólavsøku tá skrúgongan kemur úr kirkjuni. Í samband sínari Ólavsøkukantatu ynskti Jógvan Waagstein at kórsangarar úr øllum Føroyum skuldu stevna til Havnar á Ólavsøku og soleiðis manna eitt ”Føroyakór” umboðandi allla tjóðina. Tó bleiv hesin dreymur hjá Waagstein ikki veruleiki fyrr enn H.J. Højgaard í 1953 stjórnaði Ólavsøkukórinum. Inntil tá var tað Havnar sangfelag, sum sang á Tinghúsvøllinum. Men eftir hetta bleiv vanligt við blandaum kóri mannað úr øllum landinum.

13535691_10210035665114568_411036360_n

3. juli kl 15.00 hevur Ólavsøkukórið sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini. Vant verður hvønn sunnudag kl 15.00 fram til Ólavsøku. Siður er at kórleiðarar skiftast um at stjórna kórinum og í ár hevur Kórsamband Føroya heitt á Ólav Jøkladal um at standa fyri kórinum.  Ólavur Jøkladal er kórleiðari, tónaskald og tónleikafrøðingur. Ólavur  hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik og hevur m.a. skrivað tónleik fyri kór og stjórnað fleiri kórum.

Ólavur stovnaði Tórshavnar Kamarkór í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Somuleiðis var hann leiðari hjá Ebenezerkórinum frá 1984 til 2000. Síðan 1995 hevur hann verið kórleiðari hjá kamarkórinum Aurora Borealis.
Seinast Ólavur stjórnaði Ólavsøkukórinum var í 1987

Venjingarætlan í Læraraskúlahøllini:

3. juli kl. 15.00-18.00
10. juli kl. 15.00-18.00
17. juli kl. 15.00-18.00
24. juli kl. 15.00-18.00
26. juli kl. 19.00-21.30
(28/6-2016)

Havnarkórið fimmti ára hátíðarhald

Havnarkórið, ið hevði upprunanavnið  Útvarpskórið, varð stovnað 24. januar 1966. Leiðarin av kórinum frá byrjan og heilt fram til heystið 2014 var tann framtakshugaði Ólavur Hátún.

Við Ólavi sum kveikjara fekk kórið sín eyðkenda ljóm, og víðkaði arvbundna sangtilfarið við kórsatsum úr norðurlendskum og  meginevropeiskum uppruna.  Hesir kórsatsarnir skiltu seg bæði í klangi og harmonium burturúr  hevdbundnum føroyskum kórsangi. Fremmandsligi sangstílurin var ikki serliga væl umtóktir í byrjanini, men tað var kortini skjótt, at áhoyrarin tók nýggja sangstílin til sín, og ivaleyst varð hann íblástur til menning av nútímans kórtónleiki í Føroyum.

Havnarkórið hevur framført fleiri stór tónaverk, og er serliga Messias eftir Händel at kalla samlíkt við Havnarkórið, eins og Jólaoriatoriið eftir J.S. Bach og Skapanina eftir Joseph Haydn  hava verið á skránni.

Uttanlandsferðirnar hava verið nógvar, og hevur kórið verið á palli í ‘Carnegie Hall’ í New York og ‘Die Goldenen Saal’ í Wien. Umframt hevur kórið verið við á fleiri kórstevnum í Norðurlondum, í Eysturríki og í Fraklandi.

Av útgávum eiga at verða nevndar Kór og Kvæði, Blátt, saman við Tórshavnar Kamarkóri, og Havnarkórið 45 ár, ið er tvífløga, har onnur fløgan inniheldur meginpartin av føroysku Holmboe-satsunum, sum hava verið sungnir gjøgnum árini.

Á heysti 2014 tók Leif Hansen við sum kórleiðari, og við honum og Ólavi Hátún fer Havnarkórið at hava tvær jubileumskonsertir – tann fyrra í Vestmanna kirkju fríggjadagin tann 6. mai og tann seinna í Eysturskúlanum í Havn tann 7. mai.

Í oktober 2016  fer kórið á konsertferð til Edinburgh. (3/5-2016)

Kamarkórið í Cork
Hoyr innslag í KvF her:
http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/05/03/kamarkri-cork#.VyjwHYSDGko (3/5-2016)


Mentanarlig kvøldseta í Bygdarhúsinum í Leirvík

Skipað verður fyri kvøldsetu í Bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 9. apríl kl 19.

Ístaðinfyri at hava várkonsert skipar kórið Eystanljóð fyri eini kvøldsetu har ætlanin er at savna og samansjóða ymsar listagreinar sum eru í nærumhvørvinum.

Á skránni er:

* Framsýning av list hjá ymsum listarfólkum í nærumhvørvinum

* Framførslur við sjónleikarafelagnum Glotti

* Kórsangur við Eystanljóð

* Felagssangur

* Góður matur úr lokalum rávørum.

Borðreitt verður við forrætti, trimum høvuðs rættum og dessert. Vit hava fingið ein kendan føroyskan kokk at leggja okkum lag á við matgerð og eisini kemur hann at siga nøkur orð um eitthvørt forkunnugt.

Eitt upplagt høvi at hjá bindiklubbum, arbeiðsfeløgum og øðrum felagsskapum at njóta eitt hugnaligt kvøld saman við góðum fólki í góðum og hugnaligum umhvørvi við spennadi mati.

Kostnaður fyri tiltakið er 250,- kr. pr.persón

Drekkivørur fáast til keyps á staðnum

Tilmelding fer fram við at ringja ella senda sms á tlf: 594787 (2/4-2016)

 

Havnarkórið 50 ár
Í ár eru 50 ár liðin síðani Útvarpskórið, seinni Havnarkórið, varð sett á stovn. Kórið fer seinni í ár at hátíðarhaldan stovning kórsins.
“Ein avgerðandi hendingin (kórsangi at frama) haldi eg verða stovnsetanin av Útvarpskórinum. Endamálið við Útvarpskórinum var at innspæla føroyskar sangir, og sum Útvarpið síðani kundi senda. Úrslitið av Útvarpskórinum, sum Ólavur Hátún stjórnaði, haldi eg verða tvítáttað 1) at útvarpið fekk sangir á band, sum fyrr ikki varð kent millum manna og 2) at hetta arbeiði setti ferð á arbeiði við at fáa til vega kórsangstilfar. Hetta seinna kom kanska til at hava alstóran týdning tí at hetta gjørdi at t.d. úrmælingar úr Danmark t.d. Karl Clausen og Vagn Holmboe fóru at skriva og útseta tilfar til føroyskan kórsang.” (LH – Kórsangurin – fólksligi tónleikapallurin – Sosialurin juli 2013)
(20/1-2016)

Kvinnukór í Nólsoy
Kvinnur í Nólsoy hava stovnað eitt kvinnukór í bygdini. Til fyrstu venjingina vóru 22 kvinnur til venjing. Manskór er eisini í bygdini og tað eru Hilmar Joensen, René Hansen og Jógvan Thomsen sum taka sær av báðum kórunum í bygdini. (20/1-2016)

Vágakórið
Sámal Matras Kristiansen er nýggjur kórleiðari hjá Vagakórinum. Hann loysir Gudmund Mortensen av, sum í nøkur ár hevur verið leiðari. (15/1-2016)

 

Fløguútgáva – Tíðindaskriv:


 Fløgan “Kvøldtankar” hjá Tórshavnar kamarkórið

Í dag letur TUTL út nýggja útgávu hjá Tórshavnar Kamarkóri, ið ber heitið “Kvøldtankar.” Fløgan verður givin út í samband við, at Tórshavnar Kamarkór í ár hevur verið virkið í 30 ár. Kl. 16.30 verður almenn móttøka í TUTL handlinum á Káta Hornið.

Á útgávuni eru 14 føroyskir sangir. Nakrir eru eldri og væl kendir, meðan flestu sangir ikki hava verið á nakrari útgávu áður. Allir eru teir tó sangir, sum eru ella hava verið partur av sangskránni hjá kórinum seinastu tíðina.

Ólavur Jøkladal, kórleiðari, stovnaði kórið í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Síðan tá hevur kórið havt ymiskar kórleiðarar, ið allir hava sett sín dám á kórið og sangskráir tess.

Bernharður Wilkinson hevur verið leiðari hjá kórinum seinastu 7 árini, og hesa tíðina hevur kórið sungið nógv nýtt føroyskt tilfar umframt nýggj og eldri útlendsk verk.

Kamarkórið hevur verið rættiliga virkið og hevur luttikið á fleiri útgávum umframt, at kórið gav út fløguna “Várlongsil” í 1997. Kórið hevur lagt stóran dent á at hava konsertir kring Føroyar og hevur eisini javnan verið uttanlands á kórstevnum og konsertferðum.

Umframt at hava vitjað í flestu grannalondum okkara, hevur kórið verið víðari úti í Evropa og vitjaði eisini í New York og New Jersey fyri tveimum árum síðani. (2/10-2015)

Jubilæumskonsert
Tórshavnar Kamarkór hevur 30 ára hátíðarkonsert í Vesturkirkjuni leygardagin 3. oktober kl. 17.

Á konsertini fara fólk, ið hava verið við í kórinum seinastu 30 árini at syngja sangir kórið hevur framført gjøgnum tíðina. Fimm av fyrrverandi kórleiðarunum, harundir stovnari kórsins Ólavur Jøkladal, fara at stjórna hesar sangir.

Harumframt fer verandi kór undir leiðslu av Bernharði Wilkinson at framføra eina skrá sett saman av nýggjari føroyskum og klassiskum útlendskum tilfari. Eisini verður ein forkunnug frumframførsla. (7/9-2015)

 

Kórleiðaraskift
Niels Winther, sum seinastu árini hevur stjórnað Glymi hevur takkað fyri seg og í hansara stað hevur kórið fingið Benjamin Gåsedal at stjórna kórinum.
Leif Hansen hevur biðið um farloyvi frá Eystanljóð. Sostætt verður tað Sámal Matras Kristiansen sum komandi tíðina fer at stjórna kórinum.(15/9-2015)

Kórið í Fríðrikskirkjuni sóknast eftir kórleiðara
Enn hevur ikki eydnast kórinum á Toftum at funnið nýggjan kórleiðara. (15/9-2015)

Havnarkórið fer undir at venja Messias
Framførslur verða eftir ætlan 12. desember í salt á Tvøroyri og 13. desember í Vesturkirkjuni. Solistar verða aftur hesaferð úr Íslandi. (15/9-2015)

Aðalfundur í Kórsambandi Føroya
Lýst verður til aðalfund í Kórsambandi Føroya at verða 27.september kl 14.30 í Norðurlandahúsinum. Skrá sambært lógini. (6/9-2015)

 

Góðu kórleiðarar
2.-4. okt 2015 verður Nordisk Korlederkonference 2015 í Kbh og í Malmö, sum vit føringar eisini kunnu taka lut í. Sí nærri á:

http://www.danskekorledere.dk/

 

Húsakórið en kæmpe succes i Cork

Husakorid-Cork-2015

 

Húsakórið er lige kommet hjem fra Cork International Choral Festival, og man kan mildt sagt sige, at turen var en musikalsk succes. Húsakórið fik ikke mindre end 6 gode anmeldelser på Twitter, og anmelderne brugte superlativer som “Excellent”, “Fabulous” og “Outstanding” for ikke at tale om ord som “beautiful singing”. Desuden fik koret sin egen dokumentarist, som er i gang med at skabe en dokumentarfilm om Cork International Choral Festival. Man vil kunne se Húsakórið i dokumentarfilmen, som skal bruges til at promovere festivalen.

Húsakórið holdt hele 8 koncerter i alt fra Cork Town Hall, til det spektakulære Crawford Gallery, hvor vi stod og sang blandt statuer, og det blev også til en helt særlig kirkekoncert med en sammenkomst i landsbyens forsamlingshus, som vi aldrig vil glemme. Vi forelskede os helt enkelt i irernes ligefremme, varme og venlige måde at være på. I en sådan grad, at det var vemodigt at tage afsked med Irlands næststørste by, Cork, især de dejlige, imødekommende indbyggere.

Húsakórið sang primært færøske sange om alt fra giftelystne hekse, modige vikinger til døende riddere og naturens trøstende funktion, når døden farver dit syn på verden. Sangen om heksen, Hulduríma, gav i den grad genklang. Det blev citeret som “Zum zum tralala – the fabulous Húsakórið fills the Atrium with pure delight”.

Húsakórið fik også den store ære at performe til finalen i Cork International Choral Festivals konkurrence. Her blev det til kædedans og sang uden noder, hvilket vakte glæde og begejstring blandt publikum. Húsakórið boede på The Imperial Hotel midt i Cork. Det var første gang, Húsakórið var i Irland, og det bliver garanteret ikke den sidste.

Thanks a million for your warmth, support and appreciation! Cork International Choral Festival, we´ll be back!