Kór

2496_r_705_0         ( Mynd frá Kórstevnuni 2012 )

KUNNING KÓRSTEVNAN 2013

Kórstevnan verður hildin í døgunum 25. til 27. apríl. Endalig skrá fyri stevnuna kann lesast her

 

7 kór hava boðað frá, at tey ynskja at luttaka við egnari skrá.

Kórini eru hesi:

Kirkjukórið í Christianskirkjuni

Vestmanna Sangkór

Kórið í Fríðrikskirkjuni

Kristiliga Sangkórið

Fuglafjarðar Sangkór

Tórshavnar Manskór

Eystanljóð

 

Konsertin við einstøku kórunum er fríggjakvøldið kl. 19,30, men vit hava valt at flyta tvey av kórunum – Eystanljóð og Tórshavnar Manskór – til konsertina leygardagin, soleiðis at  øll kórini kunnu fáa 12 min. í part til at framføra.

Um okkurt kór av misgáum ikki hevur meldað til enn, er bara at siga frá sum skjótast.

Tilmeldaðu kórini verða vinarliga biðin at senda navn á kórið og navn á kórleiðara og skrá við email til eystanljod@gmail.com. Mint verður á at limagjaldið til Kórsambandið skal verða goldið fyri at luttaka við egnari skrá. (kr. 1000 á konto 6460 4656999)

Viðv. tilmeldingum til sjálva kórstevnuna, so ber enn til at melda til á www.tilmelding.fo. Vinarliga hjálpið okkum við at kunna tey í tykkara kóri. Robert Sund hevur sent okkum sangskránna, og um onkur ynskir at fáa nótarnar sum pdf við email senda vit fegin.

Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at senda ein teldupost ella at seta tykkum í samband við onkran í nevndini.

Blíðar heilsanir

 

Eystanljóð og Kórsamband Føroya

 

Samband