Ólavsøkukórið í 80 ár

juli 2010

Ólavsøkukantatan og Ólavsøkukórið

Kórsangurin hevur ein centralan leiklut í ólavsøkuhaldinum. Í meira enn 80 ár hevur kórsangur verið tætt knýttur at tjóðarhátíðini.

 Leif Hansen

 Waagstein skrivaði sína Ólavsøkukantatu í samband við 900 árahaldi fyri deyða Ólav Heilaga í 1930. Kantatan skuldi framførast undir tinghúsinum tá skrúðgongan kom aftur úr kirkjuni ólavsøkumorgun. Hetta er fyrsta tónleikaverk, sum beinleiðis er skrivað til tjóðarhátíðina. Kantatan gav kórtónleikinum ein sentralan leiklut í ólavsøkuhátíðini og harvið eisini í føroyska tjóðarsamleikanum.

 Tað er neyvan av tilvild at tað júst varð kórtónleikurin, sum fekk tónleikaliga høvuðsleiklutin í hátíðarhaldinum. Amerikanski tónleikaetnologurin Philip V. Bohlman sigur í einum av sínum bókum, at einki annað slag av tónleiki hevur sum kórsangurin sett tjóðina á tónleikaliga pallin: Kórsangurin er ein kropsliggerð av tjóðini, eitt symbol uppá homogenu tjóðina.

 Longu undir fronsku kollveltingini hevði kórsangur ein samlandi – og, ikki minst, ein samleikaskapandi leiklut. Tónleikurin varð fluttur úr konserthøllini út á torg og parkir. Alt fólki skuldi luttaka í framførslunum.

Eftir kollveltingina kunna mong politisk og tjóðskaparlig drøg knýtast at teimum mongu kórunum, sum blómaðu upp í flestu evropeisku stórbýum. Í Eysturríki varð eitt skifti bann sett móti mannskórum, tí at hesi vóru hildin at verða ov tjóðskaparlig og tí ein hóttan móti einaveldinum.

Sjálvt um nógvur kórtónleikur varð skrivaður um hetta mundi, so livdi hann eina marginaliseraða tónleikasøguliga tilveru. Kórtónleikurin kundi tó sum einki annað tónleikaslag knýta tónleikin saman við tjóðskaparkenslu. Tónasmiðinir leitaðu sær, í rætta romantiska andanum, íblástur í nationala fólkatónleikinum og hesin kom at fylla nógv í sangskránni hjá kórum kring Evropa.

Hinvegin fekk kórtónleikurin ein sosialsøguligan týdning. Vanligir borgarar fingu eitt nú innlit í uppbyggjandi mentunarliga umhvørvi, sum tann borgaliga tónleikamentanin eisini bygdi á.

Fyrstu kórini í Føroyum vóru sett á stovn síðst í 19. øld, so kórsangurin var relativt nýggjur í Føroyum tá Waagstein skrivaði sína kantatu. Men eingin ivi er um, at søguligu fyrimyndinar úr Evropa hava havt ein leiklut. Fyrireikarnir vistu ivaleyst, hvørjar eginleikar kórsangur hevði í einum hátíðarhaldi sum Ólavsøkan.

Waagstein skrivar í fororðinum til prentaðu útgávuna av kantatuni, sum kom út í 1946:

 “Tað er mín vón, at tað so við og við koma góð manskór víða hvar um land okkara, og skuldi eg sett fram eitt ynski, var tað hetta, at tað fer at verða ein fastur siður, at hesi manskór á hvørjum ári undan Ólavsøku koma til Havnar og sum eitt Føroyakór syngja saman hesa kantatu.”

Ynskið um eitt “Føroyakór” har øll tjóðin, og ikki bara sangarar úr Havn syngja við, gevur kórsanginum við støði í fronsku traditiónini, eina serstøðu í tjóðskaparligu tilvitanini.

Thomas S. Anderssohn nevnir tó í bók síni um H.J. Højgaard (2003), at talan ikki var um eitt “Føroyakór” fyrr enn Højgaard tók við í 1953. Fram til tá hevði Havnar sangfelag staði fyri sanginum. Við Højgaard verður tað tað vanligt at blandað kór, ístaðin fyri bara mannskór, syngur, og at sangskráin við tíðini bara inniheldur føroyskan tónleik.

Anderssohn sigur í bók síni, at fram til 1925 var størsti parturin av sangskránni Havnar Sangfelag útlendskur, serliga skandinaviskur tónleikur. Av teimum 56 løgunum, sum sangfelagið hevði sungið í árunum 1904-1925, vóru bert teir átta føroyskir. Við kantatuni hjá Waagstein fekk føroyskur kórtónleikur vind í seglini. Føðilandsyrkinganar, sum vóru skrivaðar um aldarskifti komu á sín sjálvsagda tónleikapall – tinghúsvøllurin á Ólavsøku. Løg og útsetingar vóru gjørdar og eitt føroykst repertoire varð hervið uppbygd.

82 ár siðurin við sangi á Ólavsøku hevur enn sín týdning í dag. Ein hópur av tónleikaverkum eru tey seinastu 10 árini skrivað til framførslu á Ólavsøku. Í 2000 vann Tróndur Bogason kappping um at skriva nýggja ólavsøkukantatu. Síðani eru eisini tónleikaverk hjá Kára Bæk, Knút Olsen, Paula í Sandagerði og seinast Sunleif Rasmussen sungin á tinghúsvøllinum.

Nógvir sangarir leita sær hvørt ár til Havnar at syngja við Ólavsøkukórinum. Ólavsøkukórið er hjá mongum eitt hædddarpunkt á hesi høgtíð. Kórsangur og ólavsøka tann blandingin sum fær kensluna av føroyskheit at blóma. Ein føroyskheit, sum nú í meira enn 80 ár á rað er givið til kennar gjøgnum kórsang á Ólavsøku.