Orkestur og kór í stórum stíli

Ummæli 24. apríl 2012:
Eftir at hava frætt, at Sym­foni­or­kest­rið umframt megn­ar kantatuna hjá Orff, eisini skuldi framføra “Fram­sýn­ingar­myndirnar” hjá Musorgskij, var eg tilreiðar at bera yvir við øllum teimum tónleikaligu fellum, sum tónleikararnir helst fóru at detta í. Men nei!

Myndir úr einari framsýning, soleiðis kunnu vit helst umseta heitið á klaver­suit­u­ni hjá rusissiska tóna­skaldi­num Modest Mus­org­skij, sum livdi frá 1839 til 1881. Verkið skrivaði hann í sambandi við eina minnis­framsýning í 1874 við verkum listamálarnum og vinmanninum Victor Hartmann, sum doyði árið fyri. Tó at framsýningin taldi um 400 málningar, so valdi tónaskaldið 10, sum íblást­ur til sítt tónaverk. Verkið byrjar við einari so­nevndari Promenadu, sum er skrivað yvir eitt einfalt lag, sum í sínum bygnaði hvørki er dur ella mol, og hevur hetta ofta verið tulkað sum ein saman­renn­ing av nýggjum og goml­um, oldkirkjuligum og modernaðum. Hetta mot­ivið vendir aftur alla suit­u­na ígjøgnum í ymiskum búna.
Í 1922 skrivaði franska tónaskaldið Maurice Ravel klaversuituna um til eina or­kestursuitu, og er hendan út­gávan av verkinum nokk tann, sum oftast er at hoyra runt heimin í dag. Ravel var meistari í orkestrering, og hansara útgáva av Fram­sýn­ing­armyndunum er ein perla í tónleikasøguni. Av tí at hetta er eitt sera krevjandi verk at fáa sita, var eg tilreiðar at bera yvir við øllum teimum tón­leika­ligu fellum, sum tón­leik­ararnir helst fóru at detta í. Men nei! Verkið varð spælt á enda uttan nevnu­­verdar villur. Fram­førslan varð eisini merkt av yvirskotið og musikalskari til­vitan. Her var gott sam­an­spæl millum bólk­arnir í orkestrinum, sum uppá skift høvdu krevjandi pass­agur at koma ígjøgnum. Bal­anc­an var góð, og strúk­arabólkurin megnaði til fulnar at verða aftur­hald­andi og geva rúm, tá m.a. fagott og saxofon høvdu solo og frambrúsandi, tá teirra leiklutur var í cent­rum. Rytmusektiónin hev­ur í Ravelsa orkestrering ein týðandi leiklut, og tó at hesin bólkur av tónleikarum varð settur á eina ad hoc-scenu omanfyri restina av orkestrinum. Hóast tað, so tóktust tey at hava gott samband við dirigent og restina av orkestrinum.At fáa eina slíka fram­førslu at hanga saman, hevur ein góðan dirigent fyri neyðini. Bernhardur Wilkin­son vísti enn eina­ferð sínari dygdir sum or­kestur­leiðari, sum hegnis­­liga leiddi tón­leik­arnir gjøgnum verkið.

Høvuðsverkið á kon­sert­ini var tó Carmina Burana hjá Carl Orff (1898-1982). Kantatuna skrivaði hann í 1937, og var hon eisini tónleikaliga gjøgnumbrotið hjá tónaskaldinum. Enn í dag er Carmina Burana helst tað kórverk úr 20. øld, sum oftast er at hoyra á alheimsins konsertsalum. Tekstin hevur Orff fingið úr savninum við sama navni, sum í 1803 varð funn­ið í einum kleystrið í Suð­urtýsklandi. Talan er um vagantvísur, sum eru hava røtur heilt aftur til 900 e.kr.Tónleikurin er tilvitaður primitivur við einfaldum lag- og harmonibygnaði. Hinvegin er rútmuparturin grundsúlan í verkinum. Sum so ofta fyrr, so vóru ikki øll í samtíðini, ið líkaðu hesa kantatuna hjá Carl Orff. Eitt av størstu tónaskøldum í 20. Øld, Igor Stravinsky, skal hava sagt, at “um mín tónleikur skal nevnast neo-klassiskur, so er hetta (Carmina Bur­ana LH.) neo-neanderthal”. Men millum fólk bleiv verk­ið beinanvegin sera væl umtókt, og fá munnu verða í okkara parti av heimi­num, sum ikki kenn­ast við dramatisku byrjan­ina av Carmina Burana.At fara í holt við at gera slíkt verk klárt til fram­førslu, er megnararbeiði. Or­kestrið, sum Orff hevur skrivað fyri, er stórt og hevur stóran perkussion­bólk umframt, at kórið eisini skal verða stórt. Um vit byrja við orkestrinum, so er ikki nógv at seta fingrarnar á í framførsluni. Carmina Burana er kanska ikki so vælskrivað fyri or­kest­ur sum Fram­sýn­ing­ar­mynd­irnar hjá Ravel, og hetta ger, at tónleikararnir í ávísum støðum máttu stríð­ast fyri, at tónleikurin ikki skuldi missa nakað av flognum. Perkussion­bólk­urin stóð seg væl, sjálvt um tey til tíðir helst høvdu ilt við at hoyra orkestrið.Kórið stóð seg sera væl, og eingin ivi er í, at tey hava lagt nógva tíð og orku í hesa framførsluna. Sum so ofta fyrr hevði verið ynskiligt, at kórið var størri, men hetta nervaði ikki framførsluna nevnu­verd­ugt. Serliga helt eg kór­ið hava góðan klang, tá sung­ið var hart, og gav tað tá eina frálíka balansu í ljóðmyndini. Rørandi var at hoyra barnakórið, sum setti ein serligan dám á framførsluna. Teir tríggir solistarnir, sopran, tenor og bariton, komu somu­leiðis væl frá sínum fram­førslum.Í royndu veru so er Norð­urlandahúsið ov lítið til slíka framførslu. Ljóð­myndin verður als ikki góð allastaðni í salinum, og tey, sum sita fremst, koma at sita nóg so nær orkestrinum og sangarum. Serliga tókti mær, at tað ikki var serliga lætt hjá solistunum at syngja, tá áhoyrarnir sótu so tætt at teimum. Somu­leiðis tóktust paukunar at verða nóg so harðar til tíðir, helst tí tær stóðu oman­fyri bæði kórið og or­kestur.Tað er spell, at ikki fleiri áhoyrarar fingu høvið at lurta eftir einari slíkari konsert, tí sum skilst, so var útselt rúma tíð áðrenn konsertina. Vælvitandi um tær praktisku avbjóðinganar við einari eykakonsert, so hevði tað allíkavæl verið ynskiligt. Eg sá tó, at Kring­varpið var á staðnum og tí fáa fólk høvið at hoyra og síggja konsertina eina­ferð í framtíðini.Tó skal her eisini nevn­ast, at fyrireikararnir ikki høvdu gjørt sær tann ómak at gera eina kon­serts­krá til áhoyrarnar. Vit fingu ikki at vita, hvørki á skrift ella talu, hvat varð spælt, og í hvørjari raðfylgju verkini komu. Tá eg í steðginum til stuttleika spurdi fólk um, hvat fyri tónleik tey júst høvdu hoyrt, vóru fleiri, sum ikki vistu, at talan var um Fram­sýn­ing­ar­­mynd­irnar hjá Mus­org­skij. Hetta var sera óhepp­ið. Hvat verri var, so fingu vit held­ur ikki at vita, hvørjir sang­solistarnir í Carmina Burana vóru. Eg skilji satt at siga ikki, hvussu tað ber til, at ongum kom til hugs, at presentera solistarnir fyri áhoyrarunum. Hetta haldi eg verða heilt óhoyrt og eigur avgjørt ikki at kunna koma fyri á einari konsert hjá Symfoniorkestrinum!Burtursæð frá tí má sigast, at tað var ein sera góð konsert í Norð­ur­landa­­húsinum leygar­kvøld­ið, og eg var ovfarin av teirri tón­leika­ligari góðsku, vit sum áhoyrarar fingu borðreitt. Enn einaferð mugu vit fegnast um, at vit her á landi hava fólk, sum duga og vilja leggja so stóra tíð og orku í at framføra tónleik og sum er á so høgum støði.