Rura, rura barnið – Bókaummæli

17. september 2012
Við bókini Skjaldur, rímur og ramsur er eitt 14 ára langt arbeiði við føroyskum lagatilfarið komið at enda. Tónleikagranskarin Marianne Clausen lat fyri stuttum fjórðu bókina úr hondum, hesa ferð um føroysku skjaldrini, rímini og ramsunar

Leif Hansen

Ótroyttuligi granskarin, Marianne Clausen, hevur áður savnað og givið út í bók løg til føroysku kvæð­ini, andlig vísuløg og før­oysku løgini til danskar vísur í Føroyum. 3351 løg eru fest á blað og útgivin. Í sær sjálvum er hetta at rokna sum eitt roysni og av ómetaligum stórum týdn­ingi fyri framtíðar­gransk­ing í evninum. Her fyri­liggur nú í fýra snotiligum bókum eitt stórt úrval av lagatilfarið, sum ikki var lætt atkomuligt áður. Mari­anne hevur verið ígjøgnum nærum allar kendar upp­tøkur av føroyskum fólka­sangi og við stórum hegni skrivað niður á blað eitt breitt úrval av løgunum.
Nótaskriftin hevur sínar avmarkingar og langt kann sum kunnugt verða millum klingandi skjaldrasang og nótablað. Innan tónleika­etno­l­ogiina er trupulleikin við transkriptión av slíkum slag vælkendur. Trans­kriptiónin verður ongantíð objektiv, men fer altíð at bera brá av tulking hjá tí, sum skrivar niður. Ein niðurskrift verður tí einans ein lýsing av einum lagi, og hvussu ávísi sangarin fram­førdi tað tá upptøkan varð gjørd. Vit fara heldur ong­antíð identiskt at kunna framføra føroyskan dans, sálmasang ella skjaldur bara út frá nótunum. Verða løgini á nóta tiknin út úr rætta kontekstinum eru tey neyvan at kenna aftur. Men transkriberaðu løgini loyva okkum hinvegin at studera hetta ovurhonds stóra laga­tilfar. Uppskriftinar gevur okkum eina góða peiling av tónleikaliga innihald­inum, rytmu og tónalitet í løgunum. Við einum so royndum nóta­skrivara sum Marianne Clausen, kunna vit verða vís í, at vit við teimum avmarkingum, sum liggja í nótaskrift, neyvan sleppa nógv nærri tón­leikakelduni.

Løgini eru í øllum fýra bókunum uppsett eftir sama leisti og og eru øll løgini transponrað til e-mol / G-dur. Hetta ger, uttan mun til sera ymisk løg, tað lætt at samanbera løgini í bókunum. Løgini eru skilagott bólkað í bók­stavarað við laganumm­ari og variant nummari, um­framt at heimildarfólk, bygd og árstal fyri upptøku eru viðmerkt.Skjaldur, rímur og ramsur eru ikki nakað før­oyskt eindømi, men eru helst at finna í mentanum kring allan heimin. Vanliga verður barnasangir av slíkum slag býttir sundur í tvinnanda bólkar 1) sangur hjá børnum fyri børnum 2) sangur hjá vaksnum fyri børnum.Spontanur barnasangur er eitt vælkent fyribrigdi, og lýsir ríka hugflogi hjá børnum. Líka so spontanur, sum slíkur sangur er, líka so skjótt kann hesin sangur hvørva aftur í gloymskunar hav. Tí er mest sanlíkt, at tilfarið í hesari bókini eina mest er úr seinna bólkinum – sangur hjá vaksnum fyri børnum.
Skjaldrini kunna snúgva seg um alt millum himmal og jørð, sum eisini verður víst á. Clausen metir, at tey flestu eru yrkt í Føroyum og hava nærumhvørvið sum evnið, t.e. dýr, støð, veiða, neytahald og mat­gerð. Clausen býtir skjald­rini soleiðis upp eftir tekst­ligum innihaldi: 1) Skjaldur úr gerandisdegnum, 2) Skem­tilig skjaldur, 3) And­lig skjaldur, 4) Skjaldur við ongum høpi í, 5) Skjald­ur um tað yvir­nátúr­liga, 6) Dansivísur og vøg­gu­vísir og 7) Teljiramsur og rams­ur við ongum høpi í.Hendan uppbýtingin av skjaldrum er gjørd út frá teimum skjaldrum sum Clau­­sen kallar “verulig skjaldur”. Hesi eru tey, sum einans hava eitt ella tvey ørindi. Hví skjaldur við fleiri ørindum ikki eftir høvundans tykki eru veru­lig skjaldur fáa vit tíverri ikki at vita.

Parturin av bókini við teksti er eins og hinar bøkurnar uppbygd soleiðis, at onnurhvør síða er á føroyskum og onnurhvør á enskum. Sostætt er danski upprunateksturin hjá Clau­sen ikki prentaður, men ein­ans týðingar. Í tekst­part­inum verður í stuttum fyrst greitt frá Føroya søgu, politisku viðurskiftini, um fólkasangin í Føroyum og um hvat er komið út í bók higartil. Greitt verður frá at 310 lagafrábrigdi eru í bókini, sum eru vald úr savninum av upptøkum, sum telur 450. Ikki verður sagt eftir hvørjum leisti løgini eru vald út og hví nærum 150 løg eru vald frá? At orsøkir kunna verða til at velja og vraka millum upptøkur er sjálvsagt, men ynskiligt hevði verið at hendan arbeiðsgongd var lagt týðuliga fram, soleiðis at útgivna nótasavnið uttan spurningar kann fatast sum at umboða heildina í før­oyskum skjaldrasangi.Føroyska eindarment­anin, tað isoleraðað homo­genað samfelagið, uttan stórvegis samband við út­heimin, verður ofta lagt sum grundarlag fyri før­oyskari folkloru. Soleiðis eisini hjá Marionnu Clau­sen. At vit við kvæðunum, skjaldrunum og sálmasang­inum finna inn til kjarnuna í føroysku fólkasálini, tykist eingin ivi at verða um. Tann reina, upprunaliga og ikki minst autentiska ment­anin, sum modernaða før­oyska samfelagið, við trýsti úr Danmark, næstan hevur lagt í grøvina, tykist at verða høvuðspræmissin hjá høvindanum at doku­mentera. Skjaldrini so væl sum kvæðini og sálma­sang­urin skula, sambært Clausen, ikki bara síggjast sum ein spegilsmynd av einum aldargomlum sam­felag, men enn meira sum súlurnar undir hesum gam­la samfelag. Á síðu 24 verður t.d. soleiðis tikið til:
“(…) Á sama hátt sum kvæð­ini, ið hava livað á manna­munni, høvdu skjald­ur, rím og ramsur avgerandi týdn­ing fyri, at tað føroyska málið fótaði sær í kappingini við danskt.”
Í byggingini av einari tjóðskaparmentanarligari tilvitan fekk folkloran í Føroyum eins og aðra­staðni ein høvuðsleiklut. Tó kann tað undra, at van­liga romantiska fortelj­ing­in um kvøldsetuna í royk­stovuni á vetri og hvussu skjaldrini, kvæðini og sálma­sangurin har í ættar­lið eftir ættarlið, vóru ein av garantunum fyri at børn ikki gloymdu tað føroyska málið, framvegis í 2012 verður løgd ókritiskt fram. Hvørt fólkasangurin, tað verið seg kirkjuligur ella vertsligur, skal síggjast sum ein spegilsmynd av sam­felagnum ella sum lutur í varðveitsluni av sama sam­felag, eru granskarir neyv­an á einum málið um. Flestir vilja helst vísa til eina millumloysn. Men tjóð­skaparromantisk søguskriving vil altíð leggja áherðslu á tað seinna og harvið prógva ein ideo­logiskan neyðugan ment­unarligan kontinuitet. Skjaldrini tæna einum slík­um endamálið væl, tí tey ofta verða hildin, at hava røtur í miðøldini – í einari søguligari stórt sæð ókend­ari tíð í Føroyum. Ivaleyst er tó, at eitt nú skjaldrini hava ment málið hjá børn­um og eru rím og ramsur framvegis á okkara døgum ein partur av málmenn­ingini hjá børnum.
Tónleikaliga viðgerðin av skjaldrinum er í høv­uðsheitum greið. Tónleik­urin er einfaldur og nýtir javnan heilt fáar tónar. Øll 310 løgini kunna bólkast út frá 14 ymiskum skalum, hvar víst verður til byrj­unartóna, herdar tónar og endatóna. Tónalt eru løgini bygd tertsdomineraðan pentatónskala. Slík løg eru at finna kring allan heim, sum Clausen eisini vísir á. Herdu tónanir eru oftast eitt tertsrað tvs. e-g-h ella g-h-d, sum samstundis er partur av pentatónskalanum d-e-g-a-h. Kvæðaløgini og løgini til donsku vísunar eru, sambært Clausen, meira ávirkað av kirkju­tónaliteti enn skjaldrini eru. Hetta verður grund­givið við, at skjaldrini í størri mun eru bygd á terts- og pentatónskalar, sum í sínum strukturi tón­leikasøguliga verða hildin at verða eldri enn kirkju­tónaliteturin, og peika heilt aftur til tað gamla græska tónasystemið. Tru­p­ulleikin við einari slík­ari grundgeving er tann sjálv­sagdi keldutrupul­leik­in. Grundgevingin byggir á 310 løg øll upptikin so seint sum í 20. øld og tí einsamøll illa kunna verða prógv fyri, hvussu sangurin ljóðaði í fornari tíð. Før­oysku skjaldrini kunna tó verða ein virðismikil áben­d­ing hesum viðvíkj­andi, tí í norðurlendskari fólka­vísugransking finnast bara einstøk fólkaløg niður­skrivað úr tíðini fyri umleið ár 1800. Tí slepst illa nærri einum svari uppá spurn­ingin, hvussu fólkasangurin hevur ljóðað. Marianne Clau­sen vísir tó á, at tað tónleikaliga einfaldni ikki einans nýtist at bera boð um tónleik úr fornari tíð, men eisini tann sjálvsagda, at skjaldrini hava verið sungin fyri smábørnum.

Við hesi fjórði bókini er eitt megnar arbeiði liðugt. Tó at sjálv viðgerðin av lagatilfarinum reisir nógvar spurningar eru eisini nógv svar at finna. Sum Mari­anne Clausen sigur í hesi seinasti bókini, so hava skjald­rini ofta verið gloymd, tá tosað hevur verið um føroyskan fólka­sang. Tónleikaliga viðgerð­in av skjaldrunum, rímun­um og ramsunum tykist heldur ikki at hava sama vísindaliga støði sum í hin­um bókunum, men kundi verið meira gjøgnum­arbeitt. Nótatilfarið er tó sera væl frágingið og tað sum fyriliggur verður uttan iva til stórt gang hjá eftir­tíðini.

Skjaldur, rímur og ramsur
Marianne Clausen
Stiðin 2012, 257 síður