Ummæli Tórshavnar manskór

22. mars 2012
Helst besta manskór í Føroyum nakrantíð hevði 25 ára jubi­leums­konsert leygardagin. Tórshavnar Manskór hevur hesi 25 árini gjørt manskór til ein týðandi part av kórlívinum í Føroyum

 Leif Hansen

Tónleikasøguliga má sigast at manskór í Føroyum hava líka langa søgu sum bland­aðu kórini. Norski tón­leika­granskarin Tho­mas S. Anderssohn hevur í sínari frálíku bók um H. J. Høj­gaard lista við sangum, sum Havnar sangfelag hevði á konsertskrá árini 1904 til 1924. Her sæst at bróðurparturin av skránni er fyri manskór. Somuleiðis skrivaði Waagstein sína Ólavsøkukantatu fyri mans­kór helst tí at at í 1930 mest vóru menn sum fingust við kórsang.Eftir at Højgaard í 1953 flutti til Havnar og sam­stundis gjørdist stóri mað­urin innan kórsang í høv­uðsstaðnum, varð størri dentur lagdur á blandaðan kórsang. Manskór eru í tíðini fram til Tórshavnar manskór verður stovnað í 1987, bara at hoyra til ein­støk høvi.

Tórshavnar manskór mentist alsamt fyrstu árini, og saman við kórleiðarnum Bjarna Restorff var kórið, miðskeiðis í nítiárunum, eitt tað besta kóri í Før­oyum yvirhøvur. Tórshavn­ar manskór gav uttan iva íblástur til stovnan av slíkum kórum kring landið. Kórið ríkaði savnið í Útvarpinum við góðum upptøkum av m.a. sangum fyri manskór hjá Waagstein. Umframt at kórið fekk hópin av manskórsútset­ingum av føroyskum sang­um til vega.At kórið í dygd var væl fyri í nítiárunum, ja helst á sínum tónleikaliga hæddar­punktið, ber fløgan “Vit eru Føroyingar”, sum kom út í 1999, boð um. Á fløg­uni eru umframt sið­bund­nar sangir eisini krevjandi kórsatsir, sum vísa eitt væl samansungið kór við høg­um ambitiónum. Hesar amitiónir tykir mær ikki at kunna síggjast aftur á nýggjastu fløguni hjá kór­inum sum kom út í 2008. Tó at tað á fløguni eru fleiri vælsungnir sangir, so er her eingin sangur sum vísir, at kóri hevur stórar tónleikaligar málsetningar, tvørtur ímóti. Heldur enn at útgeva nýggjan kór­tónleik verður her borðreitt við m.a. Dýrd á vík og vág, Prúða land, Eg elski teg land og Upp alt sum harrin hevur gjørt (øll 10 ørindini).

Tórshavnar Manskór hevði Jubileumskonsert á Skipasmiðuni í Havn leygardagin. At kórið valdi framsýningarhøllina á Skipa­smiðuni til sína jubi­leumskonsert tykir mær at verða spell, tí hendan als ikki er egnað til kórsang. Av tí at kórið einans stóð í tveimum longum røðum – teir vóru um 50 í tali – varð ljóðmyndin ikki so saman­hangandi sum hon kundi verið. Kanska hevði ein tættari uppstilling givið betur úrslit. Tiltøkini í Havn eru ofta nógv í tali, tí gangi eg út frá at skipa­smiðan var ein neyðloysn.Kórið hevði til tíðir góðan klang og sang í høvð­­usheitum sera reint. Sangarnir fylgdu væl leið­ara teirra og sungu presist. Eisini haldi eg at býti av sangarum í ymisku stemm­unum ljóðaði til at verða gott.Tá eg omanfyri nevndi at kórið miðskeiðis í níti­árunum hevði sína tón­leikaliga hæddarpunkt, so vil eg halda at hetta eisini kom til sjóndar á konsertini leygardagin. Konsertskráin var alt ov aftureftirlítandi – gamaní skal hyggjast aftureftir á einari jubile­umskonsert – tí meira enn helvtin av sangunum hevur kórið framført at kalla øll 25 árini. Umráðandi er tá konsertir verða lagdar til rættis, man ongantíð fram­ørir ein sang, bara tí at man dugir hann. Vandin er eis­ini fyri, at menn bara lira slíkar sangir av, og tað helt eg meg eisini kunna hoyra á konsertini leygar­dagin. Havast skal í huga, at áhoyrarnir høvdu latið 100 kr. til atgongumerki og vænta sostatt eina 100% framførslu. Umframt hetta skal man eisini minnast til, at konsertgestirnir í stóran mun eru fólk, sum hava verið til hópin av konsert­um hjá manskórinum og tí helst duga konsertskránna uttanat. Eitt annað, sum er at fílast á, er, tá leiðarin gevur tóna. Hetta skal í mín­ari verða gerast so diskret sum gjørligt, og eingin grund er til, at kórið skal njóra tónan, áðrenn sangurin av álvara byrjar. Hetta eigur avgjørt at verða avlagt, tí eitt kór á slíkum støði hevur hetta ikki fyri neyðini!Ikki er altíð so lætt at finna sangtilfar, sum veru­liga er skrivað fyri manskór. Manskórið sang fleiri sang­ir, sum upprunaliga eru skrivaðir fyri blandað kór og síðani umútsettir fyri manskór. Tá talan er um vanligar sangir er oftast eingin trupulleiki í tí. Men tá sangir sum t.d. Locus ista hjá Bruckner, Stemning hjá Peterson-Berger ella Orð­i­ni hjá Bjarna Restorff skula syngjast fyri manskór, so setir hetta ómetaliga høg krøv til kórið, tí hesir satsar í veruleikanum eru hugs­aðir fyri blandað kór og tí ikki rigga ordiliga fyri mans­kór.Tá tað er sagt, so haldi eg, at sangurin Olaf Tryg­va­son, sum nokk er ein klassikari hjá norður­lend­skum manskórum, bar boð um at kórið saktans kann kasta seg út í torførari satsar. Eg haldi, at Mans­kórið við hesum sanginum hevði tað bestu fram­førsluna á konsertini, tó at hesin helst var hin tor­førasti at syngja. Eisini haldi eg, at frálíki Kyrie-satsurin við sínum mongu satsteknisku gullkornum var væleydnaður. Í hesum báðum satsinum hoyrdist týðuliga, at menn ikki bara liraðu gamlar travarir av, men veruliga løddu doyðin á at skapa tónleik. Hetta eydnaðist eisini.

Kórið skal í juni utt­anlandsferð til Skt. Pæturs­borg og til Norðurlendska / Baltiska manskórsstevnu í Estlandi og fara tí uttan iva at leggja nógv fyri at verða í góðari venjing. Hetta so, at teir, sum teir plaga á uttanlandsferðum, kunna verða eitt gott um­boð fyri føroyskan kór­tónleik.Vónandi verður mans­kórið í Havn eisini í fram­tíðini við til at menna føroyskan kórsang og gera manskór til eitt virðiligt alternativ til blandaðu kórini.