Vagn Holmboe – byrjanin til tann nýggjari føroyska kórtónleikin

Ummæli:

Vagn Holmboe – byrjanin til tann nýggjari føroyska kórtónleikin

“Jeg ved ikke om jeg har ramt rigtigt – håber, man vil kunne bruge dette på Færøerne”. Nakað soleiðis segði kendi danski tónasmiðurin Vagn Holmbe (1909-1996). Holmboe skrivaði seg inn í føroysku tónleikasøguna við at skriva í alt 22 kórtónleikaverk, fyri a cappella kór, til føroyskar tekstir. Moderniseringin av føroyskum kórtónleiki byrjar við Holmboe. Við hansara verkum verður nýggjur standardir settur fyri føroyskan kórtónleik. Havnarkórið hevur við Ólavi Hátún á odda givið fløgu út við “føroyska tónleikinum” hjá Holmboe.

Leif Hansen

Vagn Holmboe er at rokna sum ein tann týdningarmesti tónasmiður í Danmark eftir Carl Nielsen. Musikalska produktiónin hjá Holmboe umfatar fleiri enn 400 verk, frá kamar- og kórtónleiki til operir og symfoniir. Eftir at hann í 1930 hevði fingið prógv í musikteori, kompositión og sum organistur frá Konservatoriinum í Keypmannahavn las hann eitt skifti víðari í Berlin. Hansara stóri áhugi í fólkatónleiki byrtist undir einari lestrarferð í Rumænien árini 1933-34. Her savnaði hann fólkatónleik inn millum hirðar í Transsylvanien. Her hitti hann eisini pianistin Meta Graf, sum hann seinni varð giftur við. Fólkatónleikurin kom at fáa ávirkan á hansara tónlist restina av lívinum. Í viðtalu við Dansk Musikskrift 1996-1997 sigur Holmboe millum annað: “Denne musik (fólkatónleikurin LH.) havde nemlig ikke direkte noget med min musik at gøre – man kan nemlig ikke plagiere folkemusik uden at gøre den dårligere. Men selve ideen i folkemusikken – det direkte og emotionelle, det følelsesmæssige og det klare udtryk – det interesserede mig meget”.

Tónlistarliga gjøgnumbrotið hjá Holmboe kom í 1938 við hansara stóru Symfoni nr. 2. Tað er eingin ivi um at Holmboe tónlistarliga hellir seg upp at Bartók og Stravinskij og at hann hevði eina trongd til at nýta fólkatónleik úr øllum heiminum í sínum verkum. Kanska serliga tað rytmiska frælsi og melodiska einfaldni, sum hann m.a. studeraði á Balkan, og sum hann eisini kundi finna í føroyska fólkatónleikinum, kann kennast aftur í hansara tónleiki.

Holmboe skrivaði seg eisini inn í føroysku tónleikasøguna við at skriva í alt 22 kórtónleikaverk, fyri a cappella kór, til føroyskar tekstir. Í hesum sambandi hevur Havnarkórið við Ólavi Hátún á odda givið fløgu út við “føroyska tónleikinum” hjá Holmboe. Tað er ilt at meta um hvønn leiklut føroyskur fólkatónleikur, tað vil her siga kvæðaløg og kvøðing, hevur í nevndu verkunum hjá Holmboe. Ólavur Hátún sigur í bóklinginum sum fylgir við fløguni, at hann í 1962 spældi kvæðaupptøkur úr Nólsoy og Sumba fyri Holmboe og at hann “var sjónliga hugtikin”. Við sær hevði Hátún eisini eitt úrval av yrkingum hjá J. H. O. Djurhuus. Nakrar vikur seinni hevði Holmboe skrivað seks kórsangir, sum seinni komu út á nótum undir heitinum Hevjið í Homrum. Í 1972 kemur onnur samlingin hjá Holmboe út undir heitinum Sange fra vårdybet, sum er skrivað til tekstir hjá William Heinesen. Triða og seinasta samlingin við kórsangum kemur í 1977 undir heitinum Eydna við tekstum eftir Chr. Matras. Harumframt útsetti Holmboe tvey kvæðaløg fyri kór, Sigmundskvæðið yngra og Ólavur Riddararós og skrivaði kantatuna Brúgvar til vígsluna av Norðurlandahúsinum í 1983. Tað er einki at ivast í at tónleikurin í føroysku-sangunum brýtur tónleikaliga frá í produktiónini hjá Holmboe annars. Sjálvur sigur hann at hansara føroysku sangir skuldu uppfatast sum føroyskur tónleikur hóast at tónasmiðurin var danskari. Holmboe segði seg hava fingið íblástur úr tekstinum og úr upptøkunum av føroyskum dansi.

Men á hvønn hátt kann hetta so hoyrast í tónleikinum? Fyrsti satsurin er skrivaður til yrkingina Svár kennist stund, og her er týðuligt at hoyra kvæðaíblásturin, tá lagi úr Sigmundskvæðnum yngra (Tað stendur ein lind) verður beinleiðis citerað. Í satsinum Útlegd, sum er skrivaður fyri kór og solist, kennist sum solisturin hevur leiklutin sum skipari og kórið er dansifólki. Í hesum satsinum er ikki talan um beinleiðis endurgeving av einum kvæðalag, men lagið hjá Holmboe ber brá av kvæðalagi við sínum recitativiska og deklamerandi dámi. Sjálvt um drøg úr føroyskum fólkatónleiki kunna ávísast í fleiri av sangunum hjá Holmboe, so meti eg ikki at vit kunna siga at verkini samlað bera sama brá. Sanginir eru sera ymiskir og serliga tykir mær at tónleikurin, sum er skrivaður til tekstinir hjá William Heinesen,í minni mun ber kvæðaeykenni í sær. Moderniseringin av føroyskum kórtónleiki byrjar við Holmboe. Við hansara verkum verður nýggjur standardir settur fyri føroyskan kórtónleik.

Føroysku tónasmiðinir sum løgdu til bráts síðst í 1970’inum og fyrst í 1980’inum hava tíðuliga fingið íblástur frá Holmboe. Kórverk sum t.d. Kvøldvísa um summarmála (1983) hjá Sunleifi Rasmussen og Heystkvøld í Havn(1989) hjá Paula í Sandagerði eru í sínum bygnaði lík satsunum Slóttumenn og Í Kirkjugarði hjá Holmboe. Sjálvt um ilt er at koma uttan um góðu dygdina í verkunum hjá Vagn Holmboe, so tykist tað ikki at tónleikurin nakrantíð er blivin standardrepertoire hjá føroyskum kórum. Tónleikurin hjá Holmboe er stundum krevjandi og kórleiðarar og kórsangarar hava kanska aftrað seg við at farið í holt við hesar sangir. Kanska var lopið úr siðbundna kórtónleikinum inn í Holmboe’sa klangunivers nóg so stórt hjá mongum. Holmboe velti eftir føroyskum viðurskiftum upp úr nýggjum, men flestu kórini í Føroyum eltu ikki hesa nýggju leið. Enn fyllir pre-Holmboetónleikurin nógv í føroysku sangskránni hjá kórum í Føroyum – serliga uttanfyri Havnina.

Fløgunar
Fólkini aftanfyri Havnarkórið hava valt at geva dubultfløgu út. Á aðrari fløguni eru øll føroysku øll verkini hjá Holmboe og á hinari er breitt úrval av tí føroyska tilfari, sum kórið hevur sungið seinastu 45 árini. Lat tað verða sagt beinanvegin at mær tykir tað fyrru fløguna nógv meira áhugaverda enn hina seinnu. Nógv av tí, sum er á seinnu fløguni er útgivið fyrr og er útyvir at verða eitt søguligt dokument fyri hvat kórið hevur fingist við og hvussu tað hevur ljóðað hesi 45 árini, at rokna sum eitt kuriosum. Hinvegin er Holmboe-fløgan rættiliga áhugaverd. Hetta er fyrstu ferð at hesin tónleikurin samlaður kann hoyrast. Upptøkunar eru gjørdar í einum tíðarskeiði frá 1995-2009 í Vangede kirke norðanfyri Keypmannahavn, í Fríðrikskirkjuni og í Eysturskúlanum. Eg haldi at tónleikurin hjá Holmboe liggur væl til Havnarkórið og kórið framførir í høvuðsheitum sannførandi. Serliga dámar mær teir rámligu satsanar har kórið fær brúkt sín breiða klang. Hetta kemur serliga til sín rætt í kvæðaløgunum báðum sum eg haldi muga sigast at verða perlur. Sjálvt um upptøkunar eru gjørdar yvir 15 ár so haldi eg at kórið fastheldur sín klangidentitet og tað er sera gott fyri fløguna. Summir av sangunum sita betur enn aðrir – soleiðis vil altíð verða. Sangir sum kórið altíð hevur havt á sangskránni eitt nú: Slóttumenn og Krabbaskelin ljóða til at verða sungnir við størri yvirskotið enn onkur annar minni sungin satsur. Stórverkið Brúgvar er ein av mínum favorittum á fløguni. Kóri ljóðar avbera gott og serliga solisturin Sanna í Brekkunum lyftir upptøkuna til eitt sera høgt støði. Eisini Gandakvæði Tróndar riggar væl og kann eingin sum Ólavur Hátún og Havnarkórið framføra hetta vælaverk. Hinvegin so tykir mær at stillu sanginir hepnast minni væl. Kórið syngur ov hart og eitt sindur ónuanserað. Serliga eru fleiri av sangunum við teksti eftir Chr. Martas, sum kundu verið sungnir meira stillført. Hetta er ein av dygdunum í tónleikinum hjá Holmboe: tað stórbara mótvegis tí stillføra, innarliga tíðarleysa og hetta kemur ikki nóg týðuliga fram. Kontrastar vóru eginleikar sum Holmboe meinti átti at finnast í øllum tónleiki.

Havnarkórið hevur hesi 45 árini sum oftast verið mannað við teimum allarbestu sangarum í landinum. Ólavur Hátún hevur øll árini verið kórleiðari og tann, sum hevur útlagt tann Holmboeska tónleikin. Aðrir kórleiðarar høvdu helst gjørt okkurt ørvísi, men eg haldi at Ólavur og Havnarkórið hava gjørt eina fløgu sum í mínum oyrum klangliga er sera gjøgnumførd. Tú ivast ongantíð í, at hetta er Havnarkórið. Vit hava við fløguni fingið allar føroysku sanginar hjá Vagn Holmboe á einum stað og hesin tónleikurin er at rokna sum eina av hornasteinunum í nýggjari føroyskari tónleikasøgu. Hesa fløguna eiga øll við áhuga fyri kórtónleiki tí at ogna sær.