Vestmanna sangkór

Vestmanna Sangkór

Veststmanna Sangkór sang fyrstu ferð á jólum í 1979. Tað var fyrsti leiðarin Uffe Bærentsen, sum kom við hugskotinum at seta á stovn eitt kór. Kór hevði verið fyrr í bygdini. Kendi kórleiðarin Ólavur Hátún, hevði eitt kór eitt skifti í sekstiárunum, meðan hann var lærari í Vestmanna.

Skiftandi leiðarar hava verið og serliga Kári Bæk hevur stjórna kórinum í nógv ár. Árini 2011-2013 stjórnaði Leif Hansen kórinum Síðani 2013 hevur Benjamin Gåsedal verið kórleiðari.

Vestmanna Sangkór er kór fyri áhugasangarar. Limatalið er um 20 sangarar. Umframt tær føstu konsertirnar, hava vit m.a. sungið á føroysku summartónleikastevnuni “Summartónar”, mentunarkvøldum og á kórstevnum.

 Innanhýsis